Dreymurin gekk út

Formaðurin í B36 síðan 1987, Kristjan á Neystabø, sigur, at hetta er ein dreymur, sum gongur út, nú B36 fyri fyrstu ferð er meistari og steypavinnari. Hann væntar, at allir leikararnir halda fram í B36 næsta kappingarár

 

Fótbóltur


Formaðurin í B36 er sjálvandi ógvuliga fegin og errin av úrslitinum, sum felagið í ár hevur fingið.

? Hetta er ein dreymur, sum gongur út. Vit vóru ógvuliga nær við í 1991, tá vit vunnu steypakappingina, men vóru ov stuttir í landskappingini.

Hetta er næsta meistaraheitið og næsta steypakappingin, hann hevur verið við til at vunnið sum formaður.


Teir flestu verandi

Kristjan sigur, at leiðslan í felagnum nú fer at gera støðuna upp í teimum komandi vikunum og leggja eina ætlan fyri, hvussu felagið skal brynja seg til komandi kappingarár. Tá skal koma uppá pláss, hvør verður við komandi ár, hvør skal taka sær av liðnum.

? Eg vænti, at vit hava næstan allar leikararnar frá í ár tøkar aftur komadi ár. Vit í leiðsluni eru sjálvandi væl nøgd við venjaran, men enn er einki komið uppá pláss hesum viðvíkjandi, sigur Kristjan.

Í B36-húsinum hava tey dansað til tann ljósa morgun tvey vikuskiftið á rað, og um nakrar vikur verður aftur hátíðarhald. Felagið hevur í ár 65 ár á baki, og formaðurin kundi ikki ynskt sær eina betri føðingardagsgávu enn eina gullgreipu.

Annars sigur formaðurin, at hann væntaði frá byrjan av, at B36 hevði møguleikan at gera seg galdandi í ár, men hann væntaði, at fleiri lið fóru at kappast um FM enn bara B36 og GÍ. Tað gjørdist greitt longu í summarsteðginum, at GÍ og B36 fóru at avgera tað sínámillum.

? Okkara lið hevur ongatíð lagt áðrarnar inn, fyrr enn dysturin er avblástur, og tað er eyðkenni fyri eitt meistaralið. Okkara áleyparar hava eisini skotið nógv mál og hava verið neyvir og ágrýtnir, sigur Kristjan á Neystabø.

Landsliðið fer mikudagin til Slovenia, og tá eru seks leikarar úr B36 við, og Pól Thorsteinsson hevur givið avboð. Kristjan sigur, at hetta ber boð um, at B36 hevur tað besta liðið í ár, og felagið er errið av at hava so nógvar umboðandi B36 á landsliðnum.