Dreymurin gjørdist veruleiki við Lakeside

Tað var ein stákan og prátan og ikki minst stór gleði, tá dagstovna- og ítrivsfólk á Ellisheiminum í Miðvági fóru útferð við Lakeside hjá Ólavi á Vatnsoyrum. Tey skuldu út á Oyrar , onki minni!

Starvsfólk á Ellisheiminum í Vágum greiða frá


Koyrt varð frá Ellisheiminum við bussi, oman á flúgvarabedingina, har Lakeside lá klárur og bíðaði eftir teimum. Væl umborðkomin, við koyristólum, rollatorum og høkjum, varð lagt frá landi. Dýrdarveður var, og skjótt vóru øll aftur í eini aðrari verð. Prátið gekk dúgliga.

Amanda, 91 ára gomul, er ættað av Vatnsoyrum. Hon var elsta fólki á túrinum. Hon mintist, tá hon sum barn gekk í torv við foreldrunum. Torvið varð reitt til hús við vogni og rossi. Hon greiddi frá, at uppi í brennuni, tætt við flogvøllin, bleiv rópt soleiðis, tí fólk kyndu bál til drekkamunnin, tá tey skóru torv, Hugnaligt var at síggja roykin frá teimum mongu bálunum, tá hvør familja stríddist við at fáa torvið til høldar. Ein krógv kostaði 10,- kr., sum tey keyptu frá bóndanum. Sum flest øll vita, eru Vatnsoyrar niðursetubygd. Eisini segði hon, at pápin plagdi at brúka eitt móðpot, sum hann stakk niður í svørðin, at vita hvussu djúpt tað var og hvussu nógv torv kundi fáast burturúr.
Komin longur út á vatni greiðir Jóan Jakku 83 ára, gamli, eisini frá gomlum døgum. À gróthústanga løgdu allir bátar til. Bøndirnir áttu plássini og eini 40 gróthús og torvkráir stóðu har fyrr. Nógv sílapláss eru allastaðni fram við vatninum og hava tey ymisk nøvn. Bóndamarius hevur eisini skrivað um hetta í einum av bókum sínum. Jóan Jakku minnist hvussu teir sum dreingir plagdu at fara sunnudagstúr oman á vatn. Viðhvørt at fiska síl við tráðu ella oddi, ella tá ið tann tíðin var, at henta ber, klintra ymsastaðni o.s.fr. Tað var frítt og gott at vera úti í Guðs stóru nátturu.

Ragnhild 83 ár. kona Jóan Jakku, sigur okkum frá brúdleypinum hjá Paulus og Jóhannu í 1947. Gildið var hildið í húsunum hjá Jobbafridu í Miðvági. Ragnhild var kokkur og nú skuldi kokkagildið vera. Hetta var um veturin og sera kalt var. Tá kemur onkur inn og sigur at vatnið er púra fryst. Jú, tey fóru øll spaðseritúr oman á vatn, og har bleiv dansað brúðardansur á ísinum!. Vit vóru væl ílætin og blivu heit av gongutúrinum og dansinum, sigur hon og smílist . Vatnið hevur eisini onkuntíð verið fryst síðani tá, og mangur man hava spælt sær á ísinum við skoytum og øðrum, tá soleiðis hevur verið, tó hevur altíð verið mint á, at ansa eftir, at ísurin hevur kunna hildið, so ongin vanlukka skuldi standast av hesum.

Hjørdis 76 ár úr Sandvági, minnist aftur á gamlar dagar í 40unum undir krígnum. Tey ungu úr oynni høvdu kappróður niðri á vatni. Hetta var í sam­band við eina av teimum fyrstu  vágastevnunum. Um kvøldi spældu tey sjónleik í einum av gróthúsunum , ta ferðina var sjónleikurin um frúnna Maritu. Ùr  Sandavági var farið við lastbili, og øll máttu minnast til at hava passið við! Nógvir enskir hermenn vóru í oynni tá og ofta skipaðu teir fyri dansi,  men ikki var lukkuligt at gloyma passið eftir við hús, ja, flent var eftir, at fólk máttu hava passið við í torv. Men kríggj var og øll máttu akta boðini frá hervaldinum.

Spenningurin var stórur tá nærkast varð oyrum, tí meiningin var, at øll skuldu upp á land at hyggja seg íkring og at fá sær ein góðan drekkamunn. Onkur stúrdi kanska eitt sindur fyri hvussu rullustólar og annað skuldu koma í land, og summi eru eisini nakað illa gongd. Men alt gekk frálíkt, tey røsku og altíð vinarligu starvsfólkini á ellisheiminum, vóru fús at hjálpa og skjótt vóru øll turrskødd uppi á landi. So væl er fyriskipað, at Òlavur hevur lagt eina brúgv(landgongd), so ongin forðing er fyri rullustólum , ella illa gongdum fólki. Stórt telt er uppsett, við borð og bonkum inni, so øll kundu sessast at njóta løtuna. Har varð borðreitt við kaffi, pannukøkum og ísi. Asta, kona Ólavur, sum vanliga eisini starvast á ellisheiminum, hevði bakað, og væl smakkaði. Øll hugnaðu sær óført og lívligt prát gekk um mangt og hvat úr gomlum døgum og um hvussu øll livikor eru broytt til dagin í dag.

Oda, 76 ára gomul úr Miðvági, mintist aftur á góðar dagar úti á oyrum, tá hon og maður hennara Victor, fóru við børnunum oman á vatn, og út á oyrar. Har settu tey telt upp, fiskaðu síl og hugnaðu sær saman, ofta í fleiri dagar, Victor bygdi sær sjálvur ein lítlan glastrevjabát, sum egnaði seg væl at sigla við á vatninum og føra ymiskt viðføri aftur og fram. Telti seymaði tey sjálvi. Jú sanniliga vóru tað góðar løtur, tá primus var tendraður, og sílini kókaði. Øll høvdu sunnar sólbrúnar kjálkar í tí frísku og góðu luftini. Nú var hon aftur á kendu gøtum: at tað skuldi eydnast mær at koma aftur her á hetta stað, hevði Victor verið her enn, so hevði hann eisini verið við, helt hon fyri.

Jenny 85 ára gomul úr Sørvági, var eisini við henda túrin. Hon er blind, men frøddist um øll tey lívligu ljóðini, at hoyra hagafuglin, tutlandi vatnið, sjóðið av Bøsdalafossi og havinum, ja, lukturin av haga, alt gekk upp í eitt vakurt lag.

Tíðin fleyg avstað. Øll komu umborð aftur, eisini í øllum góðum. Túrurin heim aftur var eisini eitt satt upplivilsi, tá ein vælhýrdur og tíðindafróður Ólavur greiddi frá ymiskum staðarnøvnum og hendingum niðri á vatni. Um alt baksið fólk høvdu fyrr í tíðini við torvskurði og øðrum, um at føra og reiða tað til hús, eitt nú til Sandavágs. Ja, summi mintust  hvussu tað var at vera burtur í haga og ræðast tarvin. Á Krikasandi mintust fleiri hvussu ternur í túsundatali savnaðust á sandinum, fyri so, alt í einum at flúgva avstað, - út í stóru verð. Nú eru ikki so nógv ternureiður frammi við vatninum og í haganum sum fyrr.

Ein avbera góð útferð var nú komin at enda. Øll vóru upplívgaði, glað og vælnøgd. Sum Lily helt fyri: ein alle tiders túrur. Øll eru samd um at gera túrin umaftur næsta ár, hvør ið hevur lív og heilsuna.

Tøkk til fyriskiparar/starvsfólk á ellisheiminum. Tað er gott at vita, at okkaru kæru gomlu eru í so tryggum og góðum hondum. Góða eydnu og eitt gott summar ynskja vit tykkum øllum.