Dreymurin langt burturi

Dreymurin hjá danska hondbóltslandsliðnum um OL-heiðursmerki er langt burturi. Í gjár tapti Danmark við einum máli ímóti Suður Korea, og tí hevur tað eydnast at fingið eitt stig í tveimum dystum. Suður Korea vann 31-30, eftir hálvleiksstøðuna 14-13 til Danmark. Sigursmálið kom í seinastu sekundunum, og sigurin var uppiborin.