Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmansteypið verður eftir páskirnar. Mannagongdin seinastu tvey árini hevur verið, at tað verður ikki avgjørt, fyrr enn bólkaspælið er av, hvørji feløg skulu hittast í fjórðingsfinalunum.
Tað er greitt, at vinnarnar í bólkunum, saman við besta tvey aranum fáa heimavøll í fjórðingsfinaluni. Møguleiki er eisini fyri, at feløg, sum hava verið í bólki saman, eisini kunnu hittast í fjórðingsfinaluni. Hetta hendi m.a. fyri tveimum árum síðan, tá KÍ og ÍF vóru í bólki saman, og lutakastið til fjórðingfinaluni eisini bólkaði tey saman.