Gamli norski landsliðsvenjarin, Egil "Drillo" Olsen, sum førdi Noreg til HM-endaspølini í fótbólti í 1994 og í 1998 hálovar oddaliðnum í Premier League, Leicester City fyri teirra spælistíl.
Við norska norska TV2 sigur Drillo: - Leicester spælir tað slagið av fótbólti, sum mær dámar best. Teir spæla framrættað, eru sterkir við gjøgnumbrotunum, og teir brúka fáar bóltrøringar. Samstundis liggja teir lágt í verjuspælinum, og duga at spæla langar bóltar fram. Hartil hava teir ein áleypara, sum dugir at gagnnýta tey fríu økini á vøllinum, sigur Drillo við norska TV2.
Drillo staðfestir, at Leicester spælir ein stíl, sum er ógvuliga átøkur stílinum, sum hann sjálvur brúkti við norska fótbóltslandsliðnum. Drillo undirstrikar eisini, at Leicester er eitt sera effektivt lið, sum hevur fægst bóltrøringar av øllum liðunum í Premier League.
Drillo heldur eisini, at spælistílurin hjá Leicester eigur sín stóra lut í gjøgnumbrotinum hjá toppskjúttanum, Jamie Vardy: - Vardy er kanska tann spælarin, sum er best í øllum heiminum uttan bólt. Hann flytur seg rætt, og hann rennur skjótt, og skilagott, og hartil er hann alt annað enn hjálparleysur við bólti, staðfestir Drillo. - Eg eri ein gamal maður nú, um Leicester City vinnur enska meistaraheitið, so verður talan um tað størstu sensasjónina í mínari tíð, sigur Egil "Drillo" Olsen.