Drillo: Vit eru favorittar

Norski landsliðsvenjarin, Egil »Drillo« Olsen tekur fegin á seg favorittleiklutin undan landsdystinum í fótbólti móti Danmark. 26. mars verður landsdystur í fótbólti í Oslo millum Noreg og Danmark. Talan er um ein undandyst til EM í Ukraina og Polen í 2012, har norðurlendsku londini eru endað í sama bólki.

 

- Út frá spælarahópi og heimavallar fyrimuni meti eg, at møguleikarnir eru 55-45 til okkara fyrimun, sigur venjarin.

 

Norski venjarin má annars klára seg uttan fyrsta valið í málinum, Jon Knudsen og verjuleikaranum, Vadimi Demidov. Hann hevur útikið John Carew, sum hevur trupulleikar við rygginum og tí helst ikki verður klárur.

 

- Eg rokni við, at hann boðar frá, um hann ikki kanspæla, og higartil havi eg einki hoyrt, sigur Drillo.

 

Hann vil einki siga um, hvønn málmann, hann, vil brúka, men bæði Rune Jarstein og Esben Bugge Pettersen eru úttiknir.

 

- Vit hava fýra venjingar, og so fáa vit at síggja. Báðir fáa ein møguleika at vísa seg, sigur Egil Olsen.

 

Drillo heldur, at vinnarin av dystinum hevur ógvuliga góðar møguleikar at koma við til endaspælið og heldur, at tað gerst Noreg.

 

- Eg havi vant Noreg í tíggju ár, og í hesum tíðarskeiði hava vit bert tapt ein undandyst á Ullevaal, vísir hann á.