Hóast droparnir plaskaðu á regnskjólini, so vóru fyrstu taktirnar hjá Klezmer leygarkvøldið nóg mikið til at øsa spæliplássið upp í skúm - altso uppá tann góða mátan. Alt fór at hoppa og rópa, og tørvurin at smílast gjørdist ovurhonds stórur. Ein maður kom rennandi yvir til mín og segði: “&%€#”&X sum hetta er gott”. Tað var eitt lekkurt lítið kaos millum tey fáu, sum enn høvdu dirvið at bjóða regninum av. Vaksin sum ung funnu skjótt saman í eina slangu, sum dansandi snaraði seg kring Spæliplássið. Ein púra gandakend løta.
Sirkus Syðrugøta
Hesir seks tilkomnu mennirnir úr Hollandi spæla eina skjóta útgávu av polka, balkan, gypsi – kallað tað hvat tú vil. Teir spæla so skjótt og orkumikið, at tú verður rivin við á teirra ferð, og tað er ikki frítt, at tú hómar klóvnar, línudansarar og súkklandi bjarnar – so sirkuskendur er tónleikur teirra. Men tað sum ger tónleikin so einastandandi er precissiónin. Alt situr sum stoypt. Sum eitt vælsmurt klokkuverk. Hetta er precissión, sum tú annars kennur frá teimum víðagitnu big bandunum úr New York. Tað lýsir úr Klezmer, at teir hava spælt saman í áravís, og at hetta veruliga er teirra passión. Og hendan passiónin smittar yvir á okkum hepnu, sum lýða á.
Við heilt fáum undantøkum vil undirritaði pástanda, at konstertin við Amsterdam Klezmer Band telist millum tær allarbest tekniskt framførdu konsertunum í nýggjari føroyskari tónlistarligari søgu.
Meistarliga lætt
Tað sum hugtók allarmest var, at tað heila sá so lætt út. Teir meistraðu ljóðførini so elegant og lætt, at teir høvdu yvirskotið til at framføra og at koma útum pallkantin.
Oddamaðurin í Klezmer er ein tilkomin maður, sum ikki einans er eitt flogvit á trompetini, men sum eisini hevði yvirskotið at syngja, rappa og “heppa”. Alt í einum ófatiligum tempo. Og hóast alt var spælt og sungið í einum ótrúligum tempo, so vóru allar linjur og allir smálutir krystalklárir.
Uttan iva hæddarpunktið á árisins G! hjá hesum ummælara.
MYNDATEKSTUR:
Amsterdam Klezmer Band
Amsterdam Klezmer Band hevði tvær konsertir og vit valdu at ummæla báðar, fyri at vita, um teir hildu sama støði – og tað gjørdu teir
Mynd: Álvur Haraldsen