Didier Drogba hevur verið tann stóra hetjan hjá Chelsea-fjepparunum, síðani hann kom úr Marseille í 2004.
Framherjin úr Fílabeinsstrondini hevur skotið nógv mál fyri Chelsea, og í fjør gjørdist hann toppskjútti í Premier League við 29 málum.
Í summar frættist, at hann var ávegis til Real Madrid, men sambært Didier Drogba sjálvum, so ætlar hann at spæla tað sum eftir er av yrkisleiðini sum fótbóltsspælari á hægsta støði í Chelsea.
- Tað er mín málsetningur at enda yrkisleiðina í Chelsea. Eg trívist væl her. Tað er fyrstu ferð, at eg havi verið í einum felagi so leingi, og alt talar fyri, at eg spæli her, tað sum eftir er av yrkisleið mínari, sum fótbóltsspælari sigur Drogba við enska blaðið, News of the world.
Drogba sigur, at hann og familjan stórtrívast í London, og tí skal nógv til, áðrenn hann skiftir felag. Núverandi sáttmálin hjá Drogba gongur út í 2012, men 32 ára gamli fílabeinsstrandingurin vónar, at tað ber til at leingja sáttmálan nøkur ár aftrat.
- At verða 32 ár í dag, er ikki tað sama sum at verða 32 ár fyri 10 árum síðani. Nógv er broytt, og sum yrkisspælari eru viðurskiftini í lagi, tá talan er um bæði heilsu og venjingarumstøður. Bæði eg og hetta liðið hava nøkur ár eftir á hægsta støði, staðfestir Didier Drogba yvirfyri News of the world.