Sambært myndugleikunum í Russland skeyt russiska loftverjan eina dronu niður yvir Moskva í nátt.
Russar siga, at tað er Ukraina, sum stendur aftanfyri álopið.
Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, váttar á boðtænastuni Telegram hendingina í nátt.
- Vraklutir elvdu ikki til nakrar serligar skaðar, og fyribils vita vit einki um, at nakar er løstaður ella hevur latið lív.
Vraklutirnir duttu niður nærindis einari ráðstevnumiðstøð miðskeiðis í Moskva og umleið fimm kilometrar frá Kreml.
Borgarstjórin sigur einki um, hvør stendur aftanfyri álopið, men í russiska verjumálaráðnum siga tey, at tað er Ukraina.
Hetta skriva russiskir miðlar í morgun, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.