Drona kom við hjartastartara sum bjargaði manni

- Eg hoyrdi okkurt merkiligt í luftini - okkurt annað enn eina tyrlu. Tá eg hugdi upp, sá eg eina dronu, fortaldi læknin, Mustafa Ali.

 

Ein forvitnislig dronu-verkætlan, sum í hesum døgum verður roynd í Svøríki, hevur hjálpt einum manni, sum av tilvild var lækni, at bjarga einum 71 ára gomlum, sum knappliga fekk hjartasteðg. 

 

Hendingin fór fram í Svøríki hin 9. desember í fjør, tá hin 71 ára gamli stóð og ruddaði kava. Av tilvild var læknin, Mustafa Ali, á veg til arbeiðis, tá hann sá, at maðurin small um og lá sum deyður.

 

Læknin fór beinanvegin í holt við at geva lívbjargandi fyrstuhjálp, og bað konuna hjá manninum ringja neyðnummarið. Einar tríggjar minuttir seinni hoyrdi læknin eitt ljóð yvir høvdinum á sær.

 

- Eg hoyrdi okkurt merkiligt í luftini - okkurt annað enn eina tyrlu. Tá eg hugdi upp, sá eg eina dronu, fortaldi læknin, Mustafa Ali, fyri radiorásini, P4 Väst í Svøríki.

 

Dronan loraði nú niður eina hjartastartara, sum læknin brúkti til mannin, sum soleiðis yvirlivdi hjartasteðgin.

 

Dronan, sum kom við hjartastartaranum, er eitt úrslit av einum samstarvi millum dronu-fyritøkuna, Everdrone, Karolinska Institutet, neyðsentralin og myndugleikarnar í økinum.

 

- Sjálvandi var tað heppið, at tað var ein lækni, sum kom fram á mannin, men ein hjartastartari skal kunna brúkast av øllum - sjálvt um tú ikki hevur sæð ein slíkan áður, sigur dagligi leiðarin í Everdrone, Mats Sällström.

 

Møguleikarnir at yvirliva ein hjartasteðg aðrastaðni enn á einum sjúkrahúsi eru smáir, og hvør minuttur telur.

 

Ein av royndunum, sum teir hava gjørt sær við dronu til slíkar bráðfeingisuppgávur, eru, at dronur vórðu sendar út á 12 túrar. Tær 11 komu fram, harav sjey vóru frammi, áðrenn sjúkrabilur kom á staðið.

 

Dronan, sum í hesum førinum kom við hjartastartaranum, varð fyrstu ferð roynd á sumri í 2020, og hon hevur verið í drift síðan apríl í fjør. Everdrone hevur sjey støðir í  Västra Götaland, og har siga tey, at tey kunnu røkka umleið 200.000 av 1,7 miljónum íbúgvum.

 

Tað er eingin, sum stýrir dronuni, meðan hon er á flogi. Tað er átaksleiðarin á Alarmsentralinum, sum sendir dronina avstað, tá talan er um møguligan hjartasteðg.

 

##med2##

 

 

 

Everdrone hevur sjey støðir í  Västra Götaland, sum kunnu røkka umleið 200.000 fólkum.