Drona argar yvir svenskum kjarnorkuverki

Aftonbladet skrivar, at fleiri dronur eru sæddar yvir svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi í kvøld.

Dronan á hesi myndini er tilvildarlig.

Svenska løgreglan váttar, at aftur í dag er ein drona sædd yvir kjarnorkuverkinum Forsmark í Svøríki.

 

- Fólk hjá løgregluni hava sjálvi sæð hetta, og niðurstøðan er, at tað var ein drona, sigur talsmaðurin hjá svensku løgregluni, Jonas Eronen.

 

Ávaring fór í gongd um 16.30-tíðina, men so seint sum klokkan 21 í kvøld var tað framvegis ógreitt, hvaðani dronan kom, og hvør stóð aftan fyri hetta.

 

Aftonbladet skrivar, at fleiri dronur eru sæddar kring svenska høvuðsstaðin, Stokkhólm í kvøld.

 

Løgreglan leitar við tyrlu, og slík flúgving verður sædd sum brot á loftferðslulógina.

 

- Vit savna nú upplýsingar. Hvat vit síðan gera, kemur undir tagnarskyldu, sigur Daniel Wikdahl hjá svensku løgregluni við Aftonbladet.

 

Eisini fríggjadagin vóru fráboðanir um eina dronu í luftini yvir kjarnorkuverkinum, Forsmark, og fráboðanir komu eisini um dronur yvir kjarnorkuverkunum í Oskarshamn og Ringhals.

 

Eingin veit, hvør stendur aftan fyri hesar hendingar, men hendingarnar verða nú kannaðar av svensku trygdarløgregluni, Säpo.

 

Fyrr í dag skrivaði Aftonbladet, at dronan, sum var sædd fríggjadagin, var ein hernaðardrona við einum veingjaspenni á tveir metrar.

 

 

 

 

 

Dronan á hesi myndini er tilvildarlig.