Fyrr í vetur skipaði Dansifrøi fyri einum tiltaki, har fólk høvdu høvið at læra seg dans. Nú verður hetta endurtikið, hesaferð við jive- og mambo-dansi.
LS Dans og Dansifrøi fáa nú vitjan av Ashli Williamson, ið er fleirfaldaður heimsmeistari í sportsdansi. Í hesum sambandi verður skipað fyri frálæru í hesum dansum mikudagin.
Ein kann tekna seg frammanundan hjá dansifelagnum, men til ber eisini bara at droppa inn fyri at læra hesar báðar dansir.