Drotningin fekk gávu frá Pálli

Fyrrapartin í dag vitjaði hennara hátign, Margreta, drotning, í Løgtinginum.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, og frú Kristina J. á Reynatúgvu, tóku ímóti hennara hátign á trappuni og førdu hana síðani inn í gongina, har restin av formansskapinum tók ímóti.

 

Uppi á aðru hædd fingu løgtingslimir høvi at heilsa upp á drotningina, og Páll á Reynatúgvu helt røðu fyri henni.

 

Løgtingsformaðurin nevndi, at tað ongantíð var partur av hansara dreingjadreymi at sita í hesum embæti og enn minni at vera vertur fyri hennara hátign drotningini.

 

Hann rósti annars føroyska embætisverkinum og nam eisini við, at vit í Føroyum nærkast ein betri kynsbýti millum menn og kvinnur, bæði í løgtinginum og landsstýrinum.

 

Páll á Reynatúgvu handaði síðani Margretu, drotning, eina gávu frá Føroya Løgtingi. Gávan er eitt bundið turriklæð, sum Anna Mohr, ið er ein javnaldrandi hjá hennara hátign, hevur bundið. 

 

Mynstrið á turriklæðnum hevur Anna Mohr fingið frá Helenu Simonsen, konu fyrrverandi løgtingsmannin, Jóhan Simonsen. Tað var Helena Simonsen, ið lærdu Onnu Mohr at binda.

 

Sambært Pálli á Reynatúgvu tók tað Onnu Mohr tvær vikur at binda herðaturriklæðið.

 

Brosjuna hevur Ingibjørg Andreasen, ið er 79 ára gomul, tilevnað úr horni.