Drotningavitjanin byrjaði alment á Havnarkaj leygardagin, hvítusunnuaftan, klokkan 14.30, tá Dannebrog legði at bryggju í Havn.
Asnjørn Heinesen, havnarfúti, loðsaði Dannebrog at bryggju, har nakað av fólki var samankomið at heilsa upp á drotningarhjúnini.
Margretha drotning var einsamøll á brúgvavonginum ílætin bordeaux littan kjóla og svartan møttul uttanyvir. Tann traditionelli, stóri hatturin var svartur og kanska eitt sindur ringur at halda á høvdinum í fríska lotinum, sum var.
Klokkan 14.45 kom drotningin í land, og tá var Heindrikur prinsur eisini við.
Ríkisumboðið, løgmaður og borgarstjórin í Havn tóku í móti teimum á reyða leyparanum. Umframt var stórt fylgi av landsstýrismonnum, tingformanni og øðrum, sum til hoyra.
Havnar Hornorkestur spældi, meðan skipið legði at, og tá drotningin og prinsurin vóru komin í land, varð fyrst spældur »Kong Christian« og síðan »Tú alfagra land mítt.«
Størsta áhugan hjá pressufólkunum hevði, sum vanligt, lítla, fitta blómugentan, sum altíð er við til at geva drotningi blómur. Blómutyssið hesaferð var sermerkt. Vanligar føroyskar sóljur, randaðar av føroyskum hjálpirótum. Einfalt og vakurt.
Farið varð beinanveg til gongu út í Tinganes, har Jóannes Dalsgaard, søgufrøðingur, segði frá søguni á staðnum. Farið var út um húsini, og hugt varð at helluni og slíkum, sum hon goymir. Ivaleyst hevur tað hugað drotningini, sum er sera áhugað í søgu og fornfrøði.
Næsta tiltakið á skránni hjá drotningini er mentanarkvøld í Norðurlandahúsinum. Tað byrjar klokkan 19.00 og er fyri innbodnum.liðið sleppur at stýra spælinum, og at teir gjørdust meira varnir í seinna hálvleiki viðførdi, at B36 fekk lagt eitt ávíst trýst á HB málið í pørtum av øðrum hálvleiki. Nakrir møguleikar spurdust eisini burturúr, men Piddi var ikki nóg neyvur, og Jákup drálaði og nógv, soleiðis at HB slapp við skrekkinum, tá mesti vandin var á ferð.
Í hinum endanum royndi HB at dúva upp á kontrabóltar, og hóast hetta onkuntíð viðførdi upptrekk til málmøguleikar, so skuldi eitt verjumistak til, áðrenn teir slógu sigurin fastan.
Herbert í Lon, sum ikki tykist serliga sannførandi í løtuni misti bóltin til Andrew, og so kundi HB taka eitt avrit av fyrsta málinum. Hesu ferð sendi Andrew bóltin til Bárð Mortansson, sum ósvikaliga trygt sendi bóltin framvið Trónda í málinum, og so var at kalla liðugt hjá B36.
Seinastu løtuna royndu teir at satsa. M.a. við at flyta Jens Kristian fram í álopið, men ov seint var, og ístaðin átti HB at økt um leiðsluna, tá Bárður valdi at skjóta, heldur enn at trilla yvirum til ein púra leysan Andrew av Fløtum.
Oddurin tódnar
Hóast tapið, so er B36 framvegis á ovastu rók í landskappingini, men spurningurin tykist í løtuni vera hvussu leingi?
Fyri framman hava teir tveir sera torførar útidystir, í Vági og í Gøtu, geva hesir ikki fulla úrtøku, er vandi fyri at grannarnir fyri norðan fara framum.
At døma eftir dystinum leygardagin er tó einki forgjørt í hesum. Seinastu dystirnar hevur nýggja HB-liðið prógvað, at teir í løtuni eru tað liðið í landinum, sum hevur besta samahangin í spælinum, og hava teir neyðuga hepnið, er als ikki ósannlíkt, at langtiðarætlan teirra fer at geva úrslit eini tvey ár fyrr enn væntað.
B36-HB 1-3 (1-2)
0-1: Pætur Dahl 3.
1-1: Magni á Lakjuni 20.
1-2: Andrew av Fløtum 21.
1-3: Bárður Mortansson 81.
Dómari: Lassin Isaksen
B36:
Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Magni á Lakjuni, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen, Jens Kristian Hansen, Dánjal Petur Johansen - Jákup á Borg, Håkan Lundholm
HB:
Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum