Drotningin fingið forkunnuga gávu úr Føroyum

Gávan varð handað á hátíðarhaldi á Christiansborg, har løgmaður og løgtingsformaðurin luttóku.

Løgmaður og løgtingsformaðurin hava í dag vegna Føroya løgting, Føroya landsstýri og Føroya fólk, handað Hennara hátign Margrethu drotning eina gávu í sambandi við, at Margretha drotning hátíðarheldur 50 ára dagin sum regentur í danska ríkinum.

 

Gávan varð handað á hátíðarhaldi á Christiansborg, har løgmaður og løgtingsformaðurin luttóku.  Løgmaður bar eisini fram røðu, har hann ynskti Hennara hátign hjartaliga tillukku við stóra degnum.

 

- Gávan er 50 tær fyrstu planturnar av pílaslagnum Salix arctica, ið er arktiskur pílur, sum skal gróðursetast í Koltri í sambandi við, at Koltur verður Føroya fyrsta náttúrufríðøki.  Ætlanin er at pílarnir skulu gróðursetast í 2024, tá endaliga skrásetingin av náttúruni í Koltri er liðug. 

 

Pílarnir skulu gróðursetast í Koltri, sum partur av Koltursverkætlannini.

 

Í samband við gávuna er eisini gjørd ein heilt serlig heimasíða – á donskum – sum greiðir frá um Koltursverkætlannina og gávuna til drotningina. Heimasíðan er: www.koltursplanen.fo 

 

Koltursverkætlanin er ein spennandi verkætlan, sum Tjóðsavnið stendur fyri. Verkætlanin snýr eitt nú um at taka av seyðin í stóru parti av oynni og endurskapa upprunaligu náttúruna í Koltri, sum hon var áðrenn fólk búsettust har.

 

- Arktiski pílurin er ein av hesum uppruna plantum, sum ynski er at endurskapa í náttúruni, verður lagt aftrat í tíðindaskrivi hjá Løgmansskrivstovuni, sum vit hava fingið í morgun.

 

##med2##