Tað er einki til hindurs fyri, at drotningin kann standa á odda fyri føroysku kirkjuni, eftir at hon er yvirtikin. -Einki er til hindurs fyri, at Margretha drotning kann verða hægsta vald í fólkakirkjuni eftir yvirtøkuna.
Tað sigur løgfrøðingurin Kári á Rógvu við Útvarpið. Hann vísir á, at tað eru fordømi um, at hetta ber væl til, og at hetta var eingin trupulleiki, tá Ísland var undir heimastýri frá 1903 til 1918.
Kári á Rógvu heldur fleiri orsøkir vera til, at danska kirkjumálaráðið sigur tað ikki bera til, at drotning er hægsta vald í einari yvirtiknari føroyskari fólkakirkju.
- Ein orsøk er kanska, at danskir løgfrøðingar ikki eru so væl grundaðir í søguni, og at teir ikki hyggja so væl at teimum viðurskiftum, Danmark hevur havt mótvegis øðrum londum í søguligum høpi. Tað man vera høvuðsorsøkin, og so kann bara gitast um, at talan eisini er um ein ávísan óvilja, sigur Kári á Rógvu.