Drotningin kannar fortíðina

Fyri knappliga tíggju árum síðani skrivaðu svenskir fjølmiðlar, at týskarin Walther Sommerlath, sum var pápi Silviu drotning, fór upp í nasistaflokkin í 1934, og at hann fimm ár seinni yvirtók eina fyritøku, sum ein jødi hevði átt. Sambært fjølmiðlunum var yvirtøkan ikki heilt vanlig.
Bertil Ternert, sum er kunningarleiðari hjá svenska kongshúsinum, segði fyrradagin, at Silvia drotning er nú farin at kanna, um hald er í tíðindunum um pápan.