Drotningin roynir aftur í summar

Avlýsta Føroyavitjanin hjá Margrethu drotning verður í summar

Fyri løtu síðani helt Margretha drotning nýggjársrøðu. Hon tosaði millum annað um yvirgangsatsóknir, flóttarfólk og lívsstíl.

Í røðuni nevndi hon sum vant Føroyar og segði, at náttúruumstøðurnar hava verið góðar, og virkishugurin og fyritakssemið hjá føroyingum er stórt, og tað hevur tí verið eitt gott ár fyri Føroyar.

- Prinsgemalurin og eg høvdu glett okkum til at vitja Føroyar í summar, men vitjanin mátti tíverri avlýsast, men vit senda okkara bestu heilsanir og nýggjársynski til Føroyar, og eg kann leggja afturat: Vit síggjast í summar!

Harvið tykist greitt, at Margrethe drotning kemur á vitjan í Føroyum í summar. Spuringurin er so, um Heindrikkur prinsur eisini verður við á ferðini, tí í nýggjársrøðuni segði Margretha drotning, at Heindrikkur fór at lata seg pensjónera og fór frameftir ikki í sama mun at luttaka í almennum tiltøkum og vitjanum.