Drotningin strálaði í føroyskum búna

Nú er Margretha drotning farin undir almennu vitjanina í Føroyum

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Nú er almenna vitjanin hjá Margrethu drotning í Føroyum byrjað.

 

Móttøka hevur júst verið á Bursatanga í Havn, har løgmaður, ríkisumboðið og borgarstjórin í Havn tóku ímóti drotningini, sum var í føroyskum búna.

 

– Tygara hátign fáa næstu dagarnar møguleikan at uppliva bæði tað søguliga og tað modernaða Føroyar. Saman fara vit at njóta serstøku náttúruna og mentanina í Føroyum, segði Bárður á Stei Nielsen, løgmaður, í vælkomstrøðuni.

 

Í dag vitjar drotningin í høvuðsstaðnum.

 

##med2##

 

##med3##

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)