Drotningin vísti stóran áhuga

Á vitjan síni á Sandoynni í dag hevur drotningin fingið innlit í bæði forngrevstur og steinrenningar.

 

Vitjanin byrjaði heima á Sandi, har eini 250 sandingar vóru møttir og tóku ímóti drotningini, tá hon kom í land. Fyrst gekk leiðin í Listaskálan á Sandi og síðani fór hon víðari til Gívrunarspor og Grótvík.

 

Við Gívrunarspor fekk drotningin søgnina um gívrina fortalda, hvussu maðurin var kropin niður í holið at stjala gull frá henni, tá hann sá, at hon var blind.

- Antin er tað músin, ið melur, ella tjóvur, ið stjelur, segði hon, maðurin slapp sær á dyr. Blinda gívurin ánaði tó óráð og rópti á grannakonu sína at koma sær til hjálpar. Maðurin var longu komin langt á rossabaki og gívurin setti tí í eitt lop frá hinumegin Grótvík og tvørtur um. Sporini frá lendingini síggjast enn í helluni, og eru tað tey, ið hava givið staðarnavnið.

 

Sandskvinnur hava herfyri bundið upp á ein stóran klett har nærindis, og drotningin fekk høvi at síggja hendan steinin. Meðan hon eygleiddi hann, sungu fýra Kingosangarar fyri hennara hátign.

 

Leiðin lá víðari til Grótvík, har Uni Árting, jarðfrøðingur, greiddi frá steinrenningum og jarðfrøðini í økinum. Tað var eyðsæð, at drotningin hevði bæði áhuga í og kunnleika til evnið. Hennara hátign las nevniliga fornfrøði við lærda háskúlan í Cambridge árini 1960 til 1961. Í Grótvík handaði Uni Árting hennara hátign eina gávu, sum var undirløg frá Undirgrund at seta gløs og koppar á, tilvirkað úr føroyskum basalti. Uni Árting er partaeigari í Undirgrund.

 

Næsti steðgur var við Mølheyggjar, har Símun Arge, fornfrøðingur, greiddi hennara hátign frá útgrevstrinum í Sandábrekku, sum vísir, at fólk hevur búð á staðnum síðani 5. øld.

 

Gott og væl 400 sandingar høvdu savnast við kirkjuna á Sandi, tá drotningin kom at heilsa upp á íbúgvarnar í bygdini. Hon var væl móttikin, við veittrandi fløggum, lógvabrestum og smílum, og okuurt hurra-róp var eisini at hoyra. Seinasti steðgurin í dag var í smáttuni í Slavansdali, har Brandur Sandoy og Sands kommuna bjóðaðu hennara hátign ein millummála.

 

Í kvøld bjóðar Margreta, drotning, útvaldum gestum til døgurða umborð á Dannebrog. Í morgin verður tíðindafundur umborð á Dannebrog á miðdegi, áðrenn hendan 14. vitjanin hjá hennara hátign, Margretu, drotning, endar við millummála hjá Ríkisumboðnum.