Drotningin vitjar Suðuroynna

Í morgun lá leiðin suðureftir og beint eftir klokkan níggju legði Dannebrog at á Drelnesi. Føroyskir róðrarbátar, M/S Thorshavn, Brimil og Triton fylgdu kongaskipinum og Triton heilsaði tí við 27 skotum.

 

Í Suðuroy skal drotningin vitja SALT, saman við Aksel V. Johannesen, løgmanni, og frú Katrin D. Apol, Dan M. Knudsen, ríkisumboði, Kristin Michelsen, borgarstjóra, og frú Joan Michelsen, og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra. Ólavur Rasmussen, nevndarformaður, fer at vísa hennara hátign runt í umbygdu saltsiloini, áðrenn Agnas Mols Mortensen greiðir stutt frá um tara, og Leif Sørensen borðreiða fyri hennara hátign í komandi matstovuni har suðuri.

 

Síðani lá leiðin til Hovs, har hennara hátign vitjaði í skúladeplinum í Hovi. Har tók Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, móti Margretu, drotning. Saman við henni vóru Ole V. Laursen, rektari, og Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúlanum.

 

Leiðin gongur síðani til Hvalbiar, har vitjað verður í sambýlinum á Óðalsbrekku í Hvalba. Har taka Trygvi Gudmundarson, borgarstjóri, og frú Jean Fríolvsdóttir ímóti drotningini. Barbara Julsgart, leiðari, Bjarndis Mortensen, starvsfólk, og Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna, greiða frá og hennara hátign heilsar upp á búfólkini.

 

Í Roynhøllini vísa hvalbingar drotningini eftirgerðina av hellinum í Lítlu Dímun og greiða henni frá um kolanámini.

 

Í Sandvík vitjar drotningin í elstu húsunum í oynni, og síðani liggur leiðin til Tvøroyrar.

 

Har greiðir Kári Jespersen, søgufrøðingur, Margretu, drotning, frá søguni um Kongaliga Einahandilin og Tvøroyri fyri 180 árum síðani. Hon vitjar eisini í ungdómshúsinum í Pakkhús 4 og í Varðanum Pelagic, og í kvøld fara suðringar at dansa føroyskan dans á bryggjuni, áðrenn Dannebrog siglir av Tvøroyri.

 

Týsdagin fer hennara hátign Margreta, drotning, at spáka í høvuðsstaðnum og vitjar í landsstýrinum, løgtinginum og býráðnum

 

Mikudagin fer hon til Sands, har henni verður greitt frá um steinrenningar og niðursetingar frá ár 300.

 

Hósdagin verður tíðindafundur umborð á Dannebrog, áðrenn drotningin og fylgi fara niðan til ríkisumboðið til millummála. Tíðliga seinnapartin fer drotningin av landinum aftur við flogfari.