Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Jákup Martin Joensen vitjaði seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag.
Har greiddi hann frá tí drúgføru telvingini tað er at fáa leikskránna upp at standa. Hann fegnast um greiddan setning, og gleðir seg nú til tað, sum hann væntar verður eitt spennandi kappingarár.
Í samband við stevnur, festivalar og ólavsøku sigur Jákup Martin Joensen, at har hava feløgini verið ógvuliga samsint, og hava býtt um dystir við hvønn annan, so t.d. B36 slapp at spæla heima ímóti ÍF ólavsøkuaftan.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra prátið við Jákup Martin Joensen.