Katrin Dahl Jakobsen
løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin
????????????????????????????????
Fólkið fingu tey ongantíð eyga á.
Í løtuni liggur seinasta fíggjarlógaruppskot frá hesum landsstýrinum til ummælis í avvarðandi nevndum. Eitt uppskot umboðandi eina samgongu, sum so dyggiliga dumpaði. Eingin ivi um tað! Tað siga úrslitini, sum ongantíð komu av tí, sum skuldi eitast at vera tykkara høvuðsmál, og tað sigur fólkið í teimum veljarakanningum, sum hava verið. Í fullveldismálinum er fólkið hildið til tað turra spott, og undir 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, og serliga fyrstu dagarnar eftir kom fram, at rukkulívið endaði ikki so.
Tit dugdu ikki!
Tí nú standa hesir somu samgongulimir og spyrja hvønn annan, hví alt bleiv so undarligt? Hvar bleiv av øllum?
Hví bleiv so lítil bati til fólkapensjónistarnar, at Sjálvstýrisflokkurin nú sigur seg ikki kunna taka undir við fíggjarlógini og soleiðis teirra egna arbeiði? Og hví skerja vit blokkin so ógvusliga, at einki ber til, spyr sjálvsstýrisflokkurin.
Hví bleiv eingin loysing, hóast tilboðið lá á borðinum, og eitt samt Fólkating tók undir við hesum? Hví hækkaðu vit ríkisveitingina og tiltuskaðu okkum 107 mió. kr. afturat og læstu hana fast í samfull 3 ár, tá endamálið var tað øvugta, spyr Tjóðveldisflokkurin.
Hví bleiv skattalætti til hægri skattatrýst, spyr Fólkaflokkurin.
Til tann spurningin tykist semja vera um í hesum breiða selebra selskapi, at fakfelagsleiðarar vóru teir stóru skurkarnir. Tey kravdu so nógva løn.
Hví settu tit ikki fólkið fyrst?
At so lítið skuldi koma burtur úr so nógvum er áfatuligt. Tit hava havt ríkiligar møguleikar, enntá við hækkaðum blokki, at bøta um vælferðina hjá fólki. Hví settu tit ikki hol á mest átrokandi málini, beinanvegin tit komu til? Tey heilt akuttu? Hví fóru tit ikki undir at byggja ellis- og røkrarheim, hví gjørdu tit ikki eina ætlan fyri tey brekaðu, tey sálarsjúku, tey heimleysu, íbúðarneyðina, og vit kundu nevnt nógv annað. Vóru hesi for keðilig og triviel at fáast við? Er tað so galið, at gerandisdagurin hjá fólki var ov lítið sensajonellur fyri tykkum? Hann røkkur ikki út í heimspressuna, tað vita vit. Men tað rímiligasta at hugsa, tað er, at øll ábyrgdarfull, sum átaka sær leiðslu um okkara leiðir kanna umstøðurnar, og spyrja seg sjálvan: hvar er neyðin størst?
Ábyrgd veldst um, í hvørjum hondum hon liggur
Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram undir hesi viðgerðini, at amboðið er ábyrgd. Tað ljóðar so hábærsligt og rørandi, men rakk stutt. ¡byrgd fyri hvørjum, er rímiligt at spyrja. Helt borgarliga fullveldissamgongan seg onga løtu hava ábyrgd fyri hesum samfelagsbólkum? Nú koma tit malandi við einum klípi til ellis- og røktarheimspláss, sum ikki skulu vera liðug fyrr enn um eini trý ár. Hví gjørdu tit so lítið burturúr so nógvum? Eftir tykkum verður eitt øgiligt upptak, sum tað verður trupult hjá eini komandi samgongu at taka, við einum skerdum blokki uppá 356 mió. kr, tá tit, við so framúr góðum búskaparligum viðvindi, methøgari ríkisveiting, methøgum fiskaprísum og lágari rentu, ikki kláraðu at útvega fólki neyðuga umsorgan og røkt. Tí mugu vit seta okkara vón til eina nýggja samgongu, at tað verður ein sovorðin, sum fæst at spyrja tann fyri hesa samgongu ógvuliga triviella og keðiliga spurning: hvar er neyðin størst? Tað átti at verið tykkara fremsta uppgáva!
At útfylla hesa uppgávu, áttu øll hesi 4 árini at verið brúkt. Men tykkara heimur er ikki av í dag.
Tað hava tit prógvað ferð eftir ferð.
Á skeivari hill
Allir føroyingar vita, hvør forðingin fyri bata í vælferðini hevur verið. So seint, sum í februar í ár sigur Høgni Hoydal við Jyllandsposten: »Hvis selvstændigheden ikki bliver til noget i denne omgang, mister vi fokus på at skaffe overskud i økonomien med henblik på målet om at opnå at blive selvstændige. I stedet er der risiko for, at vi får et økonomiskt tilbagefald og begynder at bruge penge på det skrigende behov for moderniseringer, der er på hospitaler, i færgenettet og andre steder i det offentlige«. At hesin boðskapur er farin út um veggirnar hjá nýggja borgarliga Tjóðveldisflokkinum er stór skomm. Var tað ein bankastjóri ið tosaði, var tað skilligt. Men at ein politikari kemur sær at boða frá, at røkt av samfelagnum er ikki hansara borð, og at tað er ein vandi í sjálvum sær- tann maðurin er komin á skeiva hill. Hvør man hann halda eigur yvirskotið?
"neyðugt oyðsl«
Og hóast tað eru nógvir pengar brúktir. Eftir alt reypið í skjótt 4 ár um ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, fyrispurningar og gremjan frá samgongulimum um óskilið við ógvusligu almennu fyrisitingini, vísir tað seg, tá talt verður saman, at tit hava økt hesa við 52. mió kr. Var hetta tað turrasta staðið tit funnu? Var tað her, at neyðin var størst? Hetta var kanska »det skrigende behov i det offentlige«? Skattalætta veittu tit. Tann frægasti skattalætti, sum nakar veit um at siga, og sum veruliga munar. Ikki tann til fólkið, men til partafeløgini, sum tey fingu strikað í skattinum. Hesin nýggi vinnustuðulin, var hann tað turrasta staðið? Var tað ikki meira kærkomið hjá tí tímaløntu, enn ríku fyritøkunum?
Vit mugu bara ásanna, at sjáldan fekst so lítið fyri so nógv. Og sjáldan fingu so fá so nógv.