Drunnhvítin er hin seinasti

Drunnhvítin búleikast á sjónum og kemur bert á land at verpa.

- Drunnhvíti (hydrobates pelagicus) eigur sløddur um í Koltri, serliga í garðsløgum og veggjaholum. Drunnhvítin er seinastur at reiðrast og burtursæð frá verpingartíðini, heldur hann seg á víðum havi.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-síðuni - Koltur - nú seinasti ungin av øllum í heyst veksur í reiðrinum og verður floygdur um ikki so langa tíð.

 

- Tað kemur fyri, at drunnhvíti ger sær reiður inni í smáu gróthúsunum í Koltri, kanska tí teir halda, at hetta er ein stór hola. Í mong ár hevur drunnhvíti átt í Bønhúsinum, har timburverkstaðurin í Koltri er nú.

 

Á Facebook-síðuni verður sagt, at drunnhvítapisa skuldi vera so feit, at teir gomlu kundu brúka hana í staðin fyri lýsikolu, tá á stóð, men hetta hevur helst verið sagt í skemti, verður lagt aftrat.

 

Á heimasíðuni - Fuglar - verður sagt, at drunnhvíti búleikast á sjónum og kemur bert á land at verpa.

 

- Verpingartíðin er long, og ungarnir eru leingi í reiðrinum. Drunnhvíti verpur undir urðarsteinum og í holum og rivum í klettum og gosgrýtisfláum.

 

Lagt verður aftrat, at drunnhvítarnir eru altíð fleiri saman, og bølið er stórt og tættbýlt - og fuglurin flýgur bert yvir land um næturnar.