Eini kanadisk hjún við afghanskari bakgrund eru saman við syni sínum dømd 25 ára fongsulsrevsingar fyri heiðursdráp, tí tey beindu fyri trimum døtrum sínum og fyrru konu mannin.
Eitt nevningating í Kingston í kanadiska landspartinum Ontario dømdi í gjár tey trý sek í tilsamans fýra heiðursdrápum. Tey trý vóru funnin sek í, at tey í 2009 beindu fyri trimum døtrum og fyrrerandi konu mannin.
Tey fýra líkini blivu funnin í eini slúsu nærhendis Kingston í juni 2009, og ákærin í málinum staðfesti í rættarmálinum, at eingin ivi var um, at talan var um sokallað heiðursdráp.
Døturnar, harav tann eina bara var 13 ára gomul, blivu eftir øllum at døma revsaðar, tí foreldrini og beiggin hildu, at tær bóru skomm yvir familjuna.
Alt hetta, bara tí tær gingu í vanligum vesturlendskum klæðum, og eitt nú høvdu tær báðar eldru døturnar fingið sær drong, uttan at tær høvdu spurt pápan um loyvi frammanundan.
Familjan flutti til Kanada í 2007, eftir at hava búð í Australia, Pakistan og Dubai síðani 1992. Síðani 2002 hava kandiskir myndugleikar skrásett 13 dráp sum heiðursdráp.