Rotterdam. Hugsi tað var í 84. Silgdu á gomlu leiðini hjá Skipafelagnum, ímillum Havnina, Grimsby & hendan stórstaðin í skipahøpi. Kom at kenna ein av hesum water-klerkunum serliga væl. Molukkurnar í Kyrrahavinum eru fyrrverandi hálendskt hjáland, og haðani var hann slektaður. Vit vóru javnir í árum.
Fótbóltur var hansara subreligión, og hóast íðin Feyenoord viðhaldsmaður, so hevði landsmaðurin Simon Tahamata størstu stjørnuna í hansara fótbóltsknokki.
Fara Føroyar at troytta meg nakrantíð, - so flyti eg til Hálands at búgva. Eitt deiligt land og eitt serliga fryntligt og blíðligt fólkaslag.
Farvæl til Cruyff
Hepnið hevði tað við sær, at árliga steypafinalan skuldi spælast ímeðan vit lógu inni á Maas ánni hetta várið. Feyenoord vs. Fortuna Sittard. Livandi legendan Johan Cruyff skuldi spæla sín seinasta dyst. Hesaferð fyri Rotterdam-liðið. Hesin Rudolf Nurejev í fótbóltsheiminum skuldi hetta kvøldi enda sítt aktiva fótbóltslív á De Kuip Stadion, og hálvthundrað túsund hálendingar fóru at fagna og takka honum fyri, at hann gjørdi Háland til eitt stórveldi í fótbóltsheiminum.
Okkara trupulleiki var, at øll atgongumerkini vóru seld. Orðaði hetta við vinmannin frá Molukkunum. Hann vildi gera tað sum stóð í hansara makt. Sær sjálvum hevði hann syrgt fyri í ivaleysa góðari tíð. Kvøldið fyri steypafinaluna fór hann á veiðuferð á svarta marknaðinum, og har hevði hann fingið okkum fatur á atgongumerkjum, soleiðis at øll manningin kundi síggja persónligu finaluna hjá kanska heimsins besta spælara nakrantíð. Einar 500-600 krónur mundu tær kosta pr. stk., - men tað bilti einki, heldur hetta upplivilsið enn deyðu krónurnar á eini turrari bankabók.
Útselt
Vit báðir molukkanarin og eg fingu okkum kanska ein genevara og eina Heineken-øl hetta kvøldið, dubbaðu okkum til hetta stóra slagið, sum lá ein sólarring burturi.
Árla morgunin eftir fingu vit, óvæntað, siglingarboð frá Skipafelagnum. Og nú vóru góð ráð dýr. Høvdu kanska keypt køttin í sekkinum. Molukkanarin kom við boðunum, niðurbrotin, so niðurundirkomin okkara vegna, at tað tóktist sum ein flóðalda í Kyrrahavinum hevði skolað heimlandið hansara av heimskortinum. Vit norðbúgvar eru kanska meiri sinniligir, so eg royndi at sissa hann so frægt sum tilbar. Saman royndu vit síðani at finna onkrar útvegir.
Søguligur dystur
Ótrúligt sum man kann hugsa rationelt í kreppustøðum. Flestu føroyingar kenna Lamain. Hinderikus Lamain og pápi mín kendust heilt væl og harvið var hann mær ikki heilt ókendur heldur. Fryntligi hálendingurin er giftur inní og er ein av oddvitunum í Skipafelagnum Føroyar. Ringdi til Keypmannahavnar og greiddi honum frá støðuni. Tað var leyst og liðugt beinanvegin. Bara vit løgdu til havs so títt og knapt dysturin var liðugur, skuldu vit onki hoyra aftur um hesa hendingina.
Soleiðis kann ein vinarligur maður geva einum garda av sjómonnum eina uppliving sum teir ongantíð gloyma aftur í lívinum. Vinmaðurin var í sínum sjeynda himni.
Soleiðis gongur tað tá ið hvørt lagar seg eftir øðrum. Jóhann Cruyff og hin seinri so kendi Ruud Gullit, á høgra veingi, vunnu finaluna. Kanska var hetta onkursvegna ein søguligur krossvegur, harið Cruyff læt spælið frá sær til hina seinri so stóru Surinam-stjørnuna Ruud Gullit.
50.000 hálendingar róptu seg hásar hetta kvøldið. Ein ófatulig kensla sum eingin kann greiða frá. Nú blása fótbóltsvindarnir aftur um Evropu, og um 3 vikur, fyrsta sunnudagin í juli mánaða, verða evropameistararnir kosnir á sama leikvøllinum sum megastjørnan Cruyff læt frá eitt slag av fótbólti, totalfótbóltin, sum allur heimurin síðani hevur verið bergtikin av.
Gævi at eg kundi verið hjástaddur á De Kuip Leikvøllinum hin 2. Juli, tá ið eftirkomarar Cruyff´s, van der Sar, Stam, de Boer, Seedorf, Davids, Overmars, Winter, Kluivert, Bergkamp og aðrir vónandi kunna lyfta evropasteypinum upp ímóti skýggjunum eftir ein totalan sigur á heimavølli.
Her heima
Kanska havi eg nú verið ið so internationalur. Turbulensurin er øgiligur fyri tíðina og fótbóltsvindarnir eru globalir. Røkka heilt til Føroya og longri. Vit sum hava traðkað okkara barnaskógvar í túninum úti í Grógv vóna sjálvandi at Løgmanssteypurin verður fluttur til Gøtu, eftir at hann hevur otað seg upp ímóti skýggjunum úr lógvum Magna Jarnskor, á hinum nú so famøsa landsleikvøllinum, - Tórsvølli. Hetta verður ein sjaldsamur sunnudagur, harið besta liðið í Evropu verður kosið samstundis sum skurðarnir gera innrás í Gundadali og yvirtaka leiklutin hjá grágæsnum, - í hvussu er fyri ein dag. Tað hevur kanska verið ið so tunnligt í landskappingini higartil, men sum ein skyldmaður úti í Grógv plagdi at taka til: ?Lad ikke modet falde.? Seti tykkum nú fyri at tit eisini fáa steypin frá bryggjaranum í Klaksvík, úti á Svangaskarði 2´ Mikkjalsmessudag, tá ið fótbóltsfjøllini umsíður eru gingin. Persónliga vóni eg tó at 5´ deildarliðið hjá NSÍ gerst føroyameistari, nú tá ið eg sjálvur havi snørað mær gaggurnar til eitt spennandi kappingarár. Illar tungur vilja vera við, at tað eru politiskar orsøkir til, at eg eri komin á liðið, men líkamikið, tá ið vit vunnu 19-2 á FRAM á niðara vølli i høvuðsstaðnum, kom eg á málskjúttaralistan. Tað sigur kanska ikki so nógv. Tað velst um eyga sum sær.
Tað visti hann einki um
Tom Søndergaard er eitt tað stórsta talentið sum Danmørkin hevur fostrað. Spældi við B93 og danska landsliðnum. Seinri spældi hann saman við Jóhann Cruyff í Ajax. Í 60-árunum var hann saman við B93 í Føroyum og spældi. Ímóti Býliðnum á Ólavsvøku. Dómarin var føroyingur. Og einaferð dømdi hann brotsspark til Býliðið. Tom fer út ímóti síðulinjuni, og tá letur í honum: ?Det var s´gu ikke straffe(!)?. Skamt harífrá stóð Jákup hjá Emil hjá GøtuJákup, ella HavnaJákup sum vit kallaðu hann úti á Glyvrum. Orðknappur sum hann var, svarðaði hann Tom Søndergaard soleiðis: ?Áh, hold du din kæft, du har s´gu ikke forstand på fodbold(!)?
Tað verður verðandi ein ævigur sannleiki, at teir bestu fótbóltsspælararnir altíð standa framvið síðulinjuni. Spyr bara Martin Juul, Oddfríð, Jallin, 2 X Atla, Henry, Andreas, Kaj, Jørgen Evald o.a?