Um tú situr á skúlabonki í Studentaskúlanum í Hoydølum og hyggur kring teg, so sært tú nógvar ymiskar næmingar. Mann kann ikki tekna eina felags linju yvir allar næmingarnar – hvussu síggja teir út, hvørji áhugamál hava teir, hvaðani koma teir og so framvegis. Tað er júst soleiðis, tunglyntir og strongdir næmingar síggja út – júst eins og tú og eg.
- Her koma heilt vanligir næmingar. Her er onkur, sum stendur seg væl í skúlanum, og her er eisini onkur, ið stríðist við skúlan. Tú kanst ikki siga, at tað eru strembarar, ið gera seg sjálvar strongdar. Ella næmingar, sum hava tungt við at ganga í skúla, sigur Helgi Rasmussen.
Helgi Rasmussen er útbúgvin sálarfrøðingur, og hevur verið knýttur at Studentaskúlanum í Hoydølum. Næmingar, sum hava tað trupult, kunnu fáa í boði at práta við Helga Rasmussen tvær ferðir ókeypis. Er tørvur á fleiri viðtalum, skal hetta rindast við egnum peningi.
Renna seg inn í lívið í 2.s
Helgi Rasmussen sigur, at tað hevur verið ein yvirvág av strongdum og tunglyntum næmingum í 2.s. Hann metir, at hetta er vegna stóru arbeiðsbyrðuna í mun til 1.s. Harafturat er tað eisini ofta í 2.s, at nógv byrja at gera sær nakrar lívsroyndir, eins og tey ríva seg leys frá foreldrunum, greiður Helgi Rasmussen frá.
- Eg plagi at siga, at tey hava rent seg inn í lívið onkursvegne. Tey uppliva truplar støður á fyrsta sinni, og tí vita tey ikki, hvussu tey skulu handfara ta støðuna, sigur Helgi Rasmussen.
Hann leggur afturat, at um skúlin hevur verið hart raktur av deyðsføllum, hevur hetta eina ávirkan á strongdar næmingar á skúlanum.
- Tað er ikki løguð, at fleiri næmingar stríðast við strongd og tunglyndi. Tá slíkt hendir, fyllir tað sjálvandi nógv. Sum tannáringur hevur tú kanska ikki upplivað slíkt áður og veitst tískil ikki, hvussu tú skalt arbeiða við sorgini. Tá hjálpir tað ofta at práta við ein vaksnan og seta orð á kenslurnar, sigur Helgi Rasmussen at enda.