Tað hevur fingið ilt í leiðsluna á flogvøllinum, at vit seinasta mánadag skrivaðu oddagrein um flogvøllin og hækkað gjøld til Atlantsflog.
Tráðurin í oddagreinini var at seta spurningin, hví flogvøllurin varð yvirtikin. Tað hevur verið ført fram, at tað verður ikki dýrari at reka flogvøllin, eftir at hann varð yvirtikin. Tað vísir seg kortini, at tað er dýrari, enn tað var áðrenn yvirtøkuna.
Vit kunnu sjálvandi kjakast um, hvørt ferðaavgjaldið verður goldið av Atlantsflog ella av tí, sum keypir ferðaseðil. Í øllum førum, so dýrkar tað ferðaseðilin, eins og øll onnur gjøld, sum Atlantsflog skal rinda. Tøl frá Atlantsflog vísa, at samlaða avrokningin frá flogfelagnum til Vága Floghavn er hækkað úr góðum 18 milliónum í 2007 til góðar 32 milliónir, sum er metta talið fyri 2010. Og vit nýtast heldur ikki at verða ósamd um talið á kundum - ella ferðafólkum, sum forstjórin á flogvøllinum førir fram. Vit hugsaðu um flogfeløg - operatørar - sum nýta vøllin, og har er bara tann eini.
Og tá vit seta spurningin, hví flogvøllurin varð yvirtikin, so er tað meira ein spurningur til politiska myndugleikan, heldur enn til leiðsluna á flogvøllinum. Spurningurin er, um fyrireikingini hjá Vinnumálaráðnum hevur verið nóg góð, um vit bara ikki duga líka væl sum danir, ella um danir á onkran hátt hava lumpað okkum.
Forstjórin sigur, sum rætt er, at tað kostar at reka ein flogvøll. Sjálvandi ger tað tað. Hann vísir eisini á alternativið, at undirskotið verður flutt yvir á eina almenna fíggjarlóg, sum tað hevur verið gjørt seinastu mongu árini. Tað er eisini ein politiskur spurningur, hvat vit vilja við einum flogvølli. Um tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at fólk kunnu ferðast fyri ein rímuligan prís.
Men við at leggja flogvøllin í eitt partafelag, so hevur myndugleikin gjørt av, at hann skal rekast við teimum inntøkum, sum hann sjálvur megnar at skapa. Um hetta eru nógvar meiningar, eisini millum politikarar. Men tað skert ikki burt, at tað ikki altíð er ein fyrimunur fyri kundan - og starvsfólkini við - at tað almenna sleppur sær undan ábyrgdini á hendan hátt við at lata hesa uppgávuna til partafelagsnevnd og leiðslu at gera av.
Sosialurin fegnast eisini um at fáa betri flogvallarviðurskifti við einum longri flogvølli. Men vit høvdu fegnast enn meira, um vit fingu loyst flogvallarviðurskiftini einaferð med alla.