- Dugi ikki at síggja hvussu hetta skal enda

Semingsmaðurin metir, at partarnir enn eru langt frá hvørjum øðrum

Tað sigst at tíðin lekir øll sár, men hóast tað í morgin er ein vika síðan, at verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag byrjaði, ið síðan bleiv fylgt við einum verkbanni frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, so er lítið, ið bendir á, at hetta sárið er um at lekjast.


Níggju dagar eru farnir síðan bæði almennu arbeiðsgevararnir, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, og Føroya Pedagogfelag vrakaðu seinasta semingsuppskotið frá Semingsstovninum.


Semingsstovnurin boðaði tá frá, at tey góvu skarvin yvir, tí útlitini fyri einari semju vóru so vánalig. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur tó verið í regluligum sambandi við partarnar síðan, men hann letur illa at, tá hann verður um støðuna.


- Eg havi onga fatan av, at teir nærkast, aftaná at eg havi verið í samband við báðar partar síðsta døgnið, er stutta svarið frá Terje Sigurðsson, tá hann verður um støðuna í løtuni.


Málini í Fasta Gerðarrætti um vikuskiftið hava eisini verið til at skyggja fyri eini møguligari loysn, metir semingsmaðurin.


- Umframt tað vanliga, so hevur nógv órógv verið um undantøk. Tað hevur tikið fokusið teir síðstu dagarnar, men her er eingin flyting í. Eg dugi ikki at síggja hvussu hetta skal enda, sigur Terje Sigurðsson.