Dulda dreparasjúkan, CTD, livir enn sítt óhugnaliga lív millum føroyingar, og myndugleikarnir hava í skjótt eitt ár togast um, hvørt allir føroyingar skulu verða kannaðir. Fyri níggju mánaðum síðani gjørdi Sosialurin á fyrsta sinni almenningin varugan við, at millum okkum føroyingar er ein lívshættislig duld arvalig sjúka, CTD.
Tá hevði sjúkan kravt enn eitt ungt mannalív.
Um vikuskiftið hendi tað ræðuliga aftur, at enn eitt ungt menniskja mátti lúta fyri sjúkuni.
Fríggjadagin 29. juli kl. 16:53 skrivaði 25 ára gamla kvinnan soleiðis á veggin hjá Facebookbólkinum ?Familjur við CTD í Føroyum?:
?Eg havi akkurát fingið staðfest sjúkuna, eg veit ik hvat mítt tal er.?
Tveir dagar seinni doyði hon av sjúkuni, sum mynduleikarnir hava fyrireikað eina tilbúgving upp í skjótt eitt ár.
Samstundis hevur øll kanning, kunning og viðgerð verið latin upp í hendurnar á tilvildini, og ongin almenn kunning hevur verið um sjúkuna, sum ávísar familjur og øki í Føroyum hava verið so sera meint raktar av.
Hetta, hóast sjúkan bæði er løtt at staðfesta og at viðgera.
Men tað kostar pengar. Nógvar pengar.
Tilvildin ræður
So framvegis kann ein og hvør ikki verða ókeypis kannaður. Bert avvarðandi til sjúk, og tey, sum longu hava mist síni kæru, verða ókeypis kannað í føroyska heilsuverkinum.
Øll onnur bíða enn eftir, at myndugleikarnir gera eina tilbúgving á økinum. Hetta hevur nú verið ávegis í einar 10 mánaðir.
Sambært serfrøðingum er ein av hvørjum 18 føroyingum er berari av sjúkuni, meðan ein av hvørjum 1.300 longu hava sjúkuna. Hetta er millum 30 og 40 føroyingar.