Duldu fuglakrím

Hóast heimsheilsustovnurin WHO hevur álagt øllum londum at siga fólkinum frá, so skjótt teir hava illgruna um, at fuglakrím er komið til landið, eru tað ikki øll lond, sum gera tað.

Nú er komið fram, at myndugleikarnir í Nigeria bíðaðu næstan tríggjar vikur við at kunna fólkið um, at tann herviliga sjúkan var komin hagar. Leiðarin á nigeriska djóralæknastovninum, Lami Lombin, hevur sagt, at hennara starvsfólk staðfestu teir fyrstu tilburðirnar av H5N1 í fugli har norðuri í landinum miðskeiðis í januar. Men myndugleikarnir valdu at dylja fráboðanina frá stovninum, og ikki fyrr enn tann 8. februar fekk nigeriska fólkið boðini.

Síðani er fuglakrímið staðfest í minst trimum landspørtum, men av tí at myndugleikarnir løgdust á boðini, eru eingi tiltøk sett í verk fyri at forða sjúkuni at breiða seg, og tí hava fólk heldur ikki fingið at vita, hvat tey skulu gera.