Dumpaðu eftir steðgin

Føroyska landsliðið spældi ein fínan fyrra hálvleik, men eftir steðgin fall spælið fullkomuliga saman, og talan kundi eins væl verði um veruligt stórtap

Hondbóltur

 

Tað byrjaði annars so væl. Føroysku hondbóltsharrarnir vóru mest sum flúgvandi fyrsta góða hálva tíman í dystinum móti Grønlandi, og tá farið varð til steðgin, vóru okkara menn framman fyri við fimm málum.

Men so gekk alt galið. Endaliga úrslitið av dystinum mikukvøldið varð, at Grønland vann ein tryggan 33-30 sigur í einum dysti, har eingin veruligur spenningur var um útfallið seinasta lítla korterið.

 

Góða løtan

Tað vóru fleiri orsøkir til, at okkara menn byrjaðu dystin somikið væl.

Ein teirra var heilt víst, at tær báðar fyrstu skoringarnar komu frá ávíkavist høgra og vinstra veingi. Tað bar við sær, at grønlendingar alt fyri eitt máttu halda eina ávísa breidd í verjupartinum. Og so var longu nógv vunnið fyri okkara viðkomandi.

Sámal Joensen slapp væl framat við síni skotstyrki, og plássið á strikuni gjørdist eisini heilt gott. Verjuspælið hekk eisini væl saman, og tá Lars Black í málinum so eisini stóð ein sera góðan dyst, gekk dysturin spakuliga tann vegin, at føroyingarnir skuldu vinna ein tryggan sigur.

Og ikki minst var tað gleðiligt at síggja, at okkara nú vóru teir, sum revsaðu mistøkini hjá mótstøðuni. Nakað sum annars hevur verið beint tvørturímóti teir dystir, sum landsliðið hevur spælt í undankappingini.

 

60 minuttir

Tað skuldi tó vísa seg at vera ein trupulleiki, at okkara menn skuldu spæla meira enn tann eina hálvleikin.

Tí hóast fyrsta løtan av seinna hálvleiki eisini gekk so hampuliga væl, so megnaði okkara lið als ikki at byggja víðari upp á hetta eftir steðgin.

Undan dystinum varð annars hildið, at tað fór at koma okkara monnum til góðar, so hvørt sum dysturin leið, at grønlendingar bert høvdu 10 mans við í hópinum til Føroya. At breiddin hjá mótstøðuni fór at halta, so hvørt minuttirnir gingu á talvuni.

Men onkursvegna gjørdist støðan so beint tann øvuta. Fysiskt vóru grønlendingarnir betur fyri enn okkara, og stutt inn í seinna hálvleik gearaðu teir av álvara upp. Møðin gjørdist sjónlig hjá okkara, sum misnýttu fleiri møguleikar á rað, og sjey úrslitaleys føroysk álop bóru við sær, at gestirnir vunnu seg upp á javnleik.

Og hóast okkara gjørdu eina roynd at svara aftur, so eydnaðist hetta ikki. Seinastu ferðina, Føroyar vóru omaná, var eftir, at Høgni Klein hevði sett bóltin í netið til 23-22, men tá stóð skriftin mest sum málað á vegginum.

Og í veruleikanum kundi talan blivið um stórsigur. Nakrar bjargingar frá Lars Black seinastu løtuna og tvey kanónskot frá Sámali Joensen móti dystarenda minkaðu munin niður í trý mál, men nóg mikið til pynta um myndina var hetta tó ikki.

 

Stabilitetur

Júst Sámal og Lars vóru annars teir av føroysku spælarunum, sum stóðu sterkastir í myndini á degnum.

Tað í sjálvum sær er sjálvandi at fegnast um, men tað er ikki nøktandi, at sveiggið í føroyska avrikinum er somikið stórt, sum tað var í gjár. Bæði millum einstøku spælararnar, men serstakliga var tað tankavekjandi, at botnstøðið í spælinum fall somikið nógv, sum tað gjørdi tað eftir steðgin.

Ein orsøk til hetta er heilt víst, at okkara menn ikki hava somu altjóða avbjóðingar, sum grønlendingar so leingi hava havt, og tí er ov sjáldan, at spælararnir veruliga hava spælt undir trýsti í samfullar 60 minuttir.

Hinvegin kundi dysturin mikukvøldið eisini bent á, at orkan ikki var til staðar í nóg stóran mun. Var hetta frágreiðingin, so er trupulleikin lættur at loysa, men stóri spurningurin er tá heldur, hví hann ikki langt síðani er loystur.

 

 

Fakta um dystin

Føroyar – Grønland 30-33 (19-14)

Málskjúttar

Føroyar: Sámal Joensen 8, Agnar Joensen 5, Áki Mørk 5 (3), Høgni Klein 4, Janus Sørensen 3, Áki G. Olsen 2, Finnur Hansson 1, Tróndur Kragesteen 1, Esbern Patursson, Janus Einar Sørensen, Josef Abrahamsen, Lars Black (má), Levi Nybo (má)

Grønland: Minik Dahl Høegh 7(2), Andreas Lorenzen 6, Miilo Rosing 5, Jacob Laursen 5, Anguitmmarik Kreutzman 3, Danny Brandt 3, Rasmus Laursen 2, Akutaaneq Kreutzman 2, Muusa Ostermann Søholm, Jens Bang (má)

Brotskøst: 3/3 – 2/2

Útvísingar: Føroyar 1: Agnar Joensen – Grønland 2: Jacob Larsen, Rasmus Larsen

Dómarar: Eyðun Samuelsen – Andreas F. Hansen (Føroyar)