Klaksvík:
Durita, Marjun, Olaf, Oluf og Esmar hugna sær við at hyggja at dunnunum, sum svimja beint við róðrarneystið. Ofta síggjast børn har góðveðursdagar. Og hendan avbera vakra fyrrapartin í februar hava tey so saman við teirra dagrøktarmammu, Elini Danielsen lagt leiðina oman í fjøruna at spæla eina løtu.
? Dunnurnar siga gvagg ? gvagg, sigur Durita, sum so spelkin stendur og eygleiðir dunnurnar, sum svimja á sjónum. Onkur æða er eisini í millum tær, men Durita og hini børnini leggja ikki so nógv í, um tað er ein æða ella ein dunna. Í teirra verð er enn ikki so stórur munur á teimum.
Dunnurnar svimja so hugagóðar inn ímóti keiini, har børnini standa og útfrá aftur. Ikki kunnu tær sigast at vera styggar, men tað man vera tí tær eru vorðnar vanar við, at børn javnan vitja tær.
Summi hava breyð við til tær, meðan onnur bara leggja sær leiðina fram við at hyggja at teimum.
Elin sigur, at ein slíkan góðveðursdag sum hendan, kann ein ikki lata fara framvið. Tá má ein gongutúrur vera á skránni.
? Slíkir dagar sum hesin eru ikki so nógvir í tali hesa tíðina, sigur hon, og tískil njóta hon og børnini uppaftur meiri at fara ein túr.
Spurd um hon ikki hevur ekka á sær við at fara í fjøruna við fimm so lítlum børnum, sigur Elin, at sjálvandi hevur hon tað.
? Ein má hava eyguni eftir teimum allatíðina, sigur Elin.
Tað letur nú ikki til at vera nakar trupulleiki. Tveir sera fittir dreingir, Oluf og Esmar, sita í vogninum og fáa væl eygleitt æðurnar og dunnurnar, meðan hini trý skiftivís standa og sita og hyggja. Tey eru tað størri og eldri enn teir báðir kúllarnir í vogninum.
Tey seks standa hjá dunnunum eina løtu, men so keðast børnini og tíð er at fara til gongu aftur. Tað líður til middags, so svongdin man vera við at gera vart við seg.