Tað er ikki á hvørjum degi, at tvey pør saman hátíðarhalda, at tey hava verið gift í hálvt hundrað ár. Soleiðis er tað í dag, leygardagin 14. februar. Tá er dupult gullbrúdleypsveitsla í Badmintonhøllini í Havnini. Tað eru Louisa og Christian Olsen við Gjógv og Alma og Jóhan Tauser í Havnini, sum hava sligið seg saman um at hátíðarhalda stóra dagin.
Tær báðar eru systrar og ættaðar av Oyrabakka. Foreldrini vóru Dánjal, sum var ættaður av Sandi, og Jacobina, sum var ættað úr Tjørnuvík. Tey búsettust á Oyrabakka og fingu tíggju børn. Louisa var tann fimta og Alma tann sætta í røðini.
Louisa, sum er fødd 24. mars í 1923, giftist 8. februar í 1954 við Christiani Olsen frá Gjógv, sum er føddur 2. juli í 1926. Foreldrini hjá honum vóru Anna Sofía og Carl Olsen, sum var dani. Mamman doyði á barsilssong, tá ið hon hevði átt Christian, og hann vaks upp í Lon við Gjógv, har fleiri av ógiftu børnunum hjá Kvívíks Jógvani búðu. Christian átti eina systur, Elisabeth, sum giftist til Elduvíkar. Í seinni giftum fekk Carl tríggjar døtrar. Elisabeth býr í Klaksvík, og Elin og Louisa búgva niðri.
Louisa og Christian búsettust við Gjógv, og tey fingu trý børn: Jónsvein, sum býr í Rituvík, og Dania og Annjó, sum búgva í Havnini. Barnabørnini eru níggju og eitt er komið í triðja ættarliðnum.
Louisa hevur verið húsmóður, og Christian var, sum so nógvir aðrir gjáarmenn vóru tað tá í tíðini, sjómaður. Hann sigldi nógv við línuskipum. Síðani hann legðist uppi, hevur Christian ikki heilt slept sambandinum við sjógvin. Tað sæst eitt nú aftur í, at hann hevur egnt nógv.
Alma, sum er fødd 15. august í 1926, giftist 27. februar í 1954 við Jóhan Tauser. Hann er føddur 28. juni í 1925 og er ættaður úr Havnini, har tey bæði hava búð hesa seinastu hálvu øldina. Foreldrini hjá honum vóru Alexandra og Jóhannes Tauser. Hon var av Skála, og hann var av Eiði. Jóhan var elstur av trimum beiggjum. Hinir eru Jákup Martin og Gunnar. Nakað eftir at Alexandra var deyð, giftist Jóhannes uppaftur við Elini í Heiðunum. Tey fingu tvær døtrar ? Aspa og Jenny. Elin og Jóhannes fluttu til Danmarkar. Tað er ikki øllum unnt at eiga foreldur, tá ið tey halda gullbrúdleyp. Tað ger Jóhan Tauser. Pápi hansara, Jóhannes, verður 23. februar 102 ár. Hann er púra klárur, og tað sigst, at hann framvegis fæst við at baka breyð.
Alma og Jóhan eiga trý børn ? Alexandra, Dánjal og Jóhannes. Tey búgva øll í Havnini. Barnabørnini eru seks.
Alma hevur verið húsmóður, og Jóhan hevur fingist nógv við at koyra bil. Eitt langt skifti koyrdi hann í bilstøðini Taxa, og so koyrdi hann í mong ár vørukoyring fyri hospitalið.
Tað er í kvøld klokkan sjey, at hesi bæði hjúnini saman við 270 gestum fara at hátíðarhalda gullbrúdleypini í Badmintonhøllini.