Tá Tryggingarfelagið Føroyar skipaði fyri hugnaløtu fyri Ingálvi av Reyni í hølunum á Kongabrúnni týskvøldið sang Dupultkvartettin í Ebenezer fyri Ing-álvi. Alexander Samuelsen stjórnaði og greiddi frá millum sangirnar. Hann segði m.a.
- Tá vit vórðu spurdir, um vit kundu syngja nakrar sangir í sambandi við jólaløtuna her - og vit eisini fingu at vita, at Ingálvur av Reyni fór at vera hjástaddur - helt onkur fyri: ?Kunnu vit siga nei, tá tað ræður um Ingálv?? Tað er okkum ein fragd at syngja her í kvøld. Sangirnir, sum vit hava vælt, knýta seg á ein ella annan hátt til Ingálv. Umframt málningalistina, hevur Ingálvur ríkað okkum við sangrødd síni. Sangir sum ?Gangi eg um heiðar fjøll og dalar?, ?Vaknaður vársins songur?, ?Er Jesus nær? - fyri at nevna nakrar - munnu flestu okkara kenna! Yndisligir sálmar og sangir! Miðskeiðis í áttatiárunum sang Ingálvur nakrar sangir saman við okkum í Dupultkvarettini, og ein teirra var hesin:
?Við krossin tín, á Jesus?
Í áttatiárunum var Zacharias Hammer - sum hann eisini er í dag - undangongumaður í sambandi við sjónvarpssendingar. Og hesi árini vóru fleiri ferðir boð eftir Dupultkvartettini. Eitt árið vórðu jólaupptøkur gjørdar í hellinum omanfyri brand-støðina við Oyggjarvegin, og eitt árið ?Frammi við Gjónna?. Og bæði árini var Ingálvur við. Eg minnist, hvussu Ingálvur fylti hellið, tá hann sang solo í hesum sanginum:
?Tú lítli staður Betlehem?
Ingálvur dugir so nógv annað enn at mála og at syngja. Hann dugir eisini at skriva og at týða. Í ?Songbók Guds Fólks? er ein - eftir mínum tykki - frálík týðing hjá Ingálvi, har hann í einum versi sigur:
Drottur ævinleikans mikil, hann, ið skapti himnafør,
einsamur á fold hann gekk, so fremmandur á egnu jørð.
Saknur, sorg og pína nívdu hjarta hans, og heimsins neyð
bar hann, og á krossi bøtti vára synd við skemdardeyð.
Tað er hugaligt at kenna listarligu gávurnar hjá Elsu og Ingálvi aftur í børnunum.
Øll duga tey at syngja og mála, og hjá fleiri liggur ræði fyri - bæði at skriva, yrkja og týða. Jólaaftan í fjør týddi Árni, hendan sangin úr íslendskum:
?Náttin var so føgur ein?
Vit fara at enda nú, men áðrenn ynskja vit í ?Dupultkvartettini í Ebenezer? øllum eini góð og gleðilig jól og signað komandi ár. Vit takka eisini fyri høvi at syngja her. Vit fara at takka tær, Ingálvi, fyri sanginar, tú sang saman við okkum. Persónliga loyvi eg mær eisini at takka tær og Elsu fyri ógloymandi løtur í heimi tykkara ígjøgnum árini. Takk fyri íblástur - ígjøgnum sangin og listina. Men ikki minst: takk fyri tykkara fyridømi á tí kanska mest grund-leggjandi økinum av øllum ? sum menniskja, sum medmenniskja!
Ein av sangunum, sum vit í gjøgnum árini hava sungið ferð eftir ferð, og sum hvørja ferð minnir okkum á, tá Ingálvur sang hann saman við okkum, er hesin: ?Nu andar suðrið?