Dupultsigur til Neistan

Bæði kvinnur og menn hjá Neistanum vunnu, tá tey mikukvøldið høvdu vitjan av Tjaldri

Hondbóltur

Tað var ikki annað enn væntandi, at tað skuldi gerast Neistin, sum fór av stað við øllum stigunum, tá tey bæði fremstu liðini hjá felagnum fingu vitjan av Tjaldrinum.

Felags fyri bæði er, at meðan Neistin hevur ligið soleiðis upp ímóti einum heiðursmerki alt árið, hevur Tjaldur verið at funnið í botninum, og talan var eisini um tann mun, sum ofta er ímillum slík lið.

Javnt hjá kvinnunum

Kvinnudysturin gekk tó nakað javnari fyri seg, enn tey hjá Neistanum mundu hava væntað.

Fyrsta hálva tíman var millum lítil og eingin munur millum liðni, og hóast Neisitn hevði leiðsluna alla tíðina, so sleptu tær úr Runavík tó ongan tíð takinum.

Í seinna hálvleiki var søgan á leið hin sama, og eftir at Neistin miðskeiðis í hálvleikinum rykti nakað, kom sigurin ikki í vanda hóast alt.

Hjá monnunum var munurin millum liðini hinvegin stórur, tá avtornaði. Fyrstu 20 minuttirnar ella so var tó hampuliga javnt millum liðini, men efitr at Neistin fekk fimm mál á rað, var alt meira ella minni avgjørt.

Hetta sást eisini aftur í seinna hálvleiki, har heimaliðið so dyggiliga setti alt upp á pláss.

Við teimum báðum sigrunum halda tey bláu í høvuðsstaðnum framvegis fast um vónina fyri einum heiðursmerki, men felags fyri bæði tykist tó vera, at skal hetta gerast veruleiki, er neyðugt við stigum móti teimum feløgunum, sum liggja oman fyri á stigatalvuni.

Dystirnir í tølum

Neistin-Tjaldur, kvinnur

21-17 (12-11)

Málskjúttar:

Neistin: Katrin á Neystabø 6, Annika Thomsen 6, Súna Mørk 3, Bjørg Patursson 2, Ata Høgnadóttir 2, Birita Wardum 2

Tjaldur: Beinta Joensen 5(1), Mona Langgaard 4, Jelena Jevtic 3, Milica Ergic 2(2), Turið Lamhauge 2, Kristine Ellingsgaard 1

Brotskøst: Neistin 1, Tjaldur 3

Útvísingar: Neistin 1, Tjaldur 3

Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt)

Neistin-Tjaldur, menn

30-18 (15-11)

Málskjúttar:

Neistin: Jacob Jónsson 6, Rune Møller 6(1), Kári Mortensen 6(2), Áki Mørk 4, Ári Rouch 3, Ræni Slættanes 2, Karl O. Rasmussen 1, Ragnar Zachariasen 1, Helgi Justinussen 1

Tjaldur: Zoran Sarcevic 9(2), Mortan Hansen 6, Sverri Justinussen 2, Arnfinn Langgaard 1

Brotskøst: Neistin 3, Tjaldur 3

Útvísingar: Neistin 3

Dómarar í báðum dystunum úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík