Eftir evstamark okkara fríggjadagin skuldi føroyska manslandsliðið í flogbólti spæla finaludyst móti Saaremaa.
Hetta gjørdist greitt, tá teir hósdagin vunnu hálvfinaluna á Bermuda. Bermuda var at kalla tann ókendi faktorurin í mansflogbólti hesaferð, nú teir sum spildurnýggir luttakarar vóru við á Oyggjaleikunum.
Greiður sigur
Tað var tó skjótt greitt, at tað var føroyska liðið, sum var sterkari. Alt fyri eitt fingust móttøkurnar at rigga, har serliga Johan Petur á Stongunum stóð sterkur, og tá Bárður so eisini hevði ein góðan dag á hevaraplássinum fingu Føroyar veruliga skapt eitt gott trýst móti Bermuda.
Eitt skifti komu mótstøðumenninir tó inn aftur í dystin, tá stóru menninir alt betri lærdu at flyta blokkin yvir móti føroyska álopsspælinum, men hóast tað ongan tíð skrædnaði millum liðini, so kom Bermuda ongan tíð upp á liðina av okkara.
Sigurin kundi kanska verið meira sannførandi, um okkara høvdu satsa minni í servunum og havt betri tol, tá bóltar skuldu avgerast, men hóast hetta, so vóru nógvir hugaligir lutir at síggja í føroyska spælinum. Ikki minst at tað nú so langt ífrá bert var Rúna Weihe, sum bóltarnir vórðu sendir ímóti kann gerast ein stór styrki í finaludystinum móti Saaremaa, har tað heilt víst fer at hava stóran týdning, at álopsspælið kann varierast.
At landsliðsvenjarin ongar útskiftingar framdi ígjøgnum dystin, men alla tíðina koyrdi við teimum somu seks + Johan Petur sum libero, kann benda tann vegin, at tað ikki fer at vera rúm fyri ov nógvum skiftum í finaludystinum. Kanska vildi venjarin eisini bara síggja, hvørt leikararnir vóru førir fyri at halda høvdið kalt allan dystin, og tað sýndu teir so eisini, at teir kundu. Eisini hóast sinnini onkun tíð komu í kók, tá dómarin ikki altíð vildi døma tað sama, sum okkara vildu.
Tað er tó slíkt, sum kann henda í ítrótti, og so er bara at vóna, at teir marginalarnir eisini vóru í okkara parti, tá finaludysturin varð leiktur fríggjadagin.