Hjá bæði kvinnum og monnum varð hol sett á hondbóltskappingina sunnudagin. Eitt heingipartí er tó eftir hjá báðum kynum, og hetta verður avgreitt í kvøld, tá StÍF og VÍF spæla dupultuppgerð.
VÍF leggur aftur í ár nógv fyri hjá bæði kvinnum og monnum, og tí ætla tey uttan iva, at stigini skulu við aftur í viðføri.
Hjá monnunum hevur StÍF tó argað VÍF heilt ofta í nógv ár, og hjá kvinnunum hevur StÍF eisini bitið frá sær av og á, hóast gestirnir mugu roknast sum favorittar.
Hjá kvinnunum byrjar dysturin klokkan 18.30, og mansdysturin verður blástur ígongd klokkan 20.00.