Durid heldur fram sum forkvinna

Durid Johannesen heldur fram sum forkvinna í Parkinsonfelagnum. Tað gjørdist greitt á seinasta aðalfundi, har broytingar eisini vóru í nevndini.


Nýggjur eykalimur mátti veljast, aftaná at Ingibjørg Jacobsen, ið hevur sitið í nevndini síðani 2013, ikki ynskti á stilla upp aftur. Í hennara stað hevur Margreth Mortensen tikið sæti sum eykalimur.


Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Durid Johannesen sum forkvinnu, John William Joensen sum næstformanni, Gudny Benjaminsdóttir sum kassameistara, Sofía K. Jacobsen sum skrivara og Jákup Lamhauge sum nevndarlim. Eyðun Simonsen og Margreyh Mortensen eru eykalimir.


Í ársfrágreiðingini greiddi Durid Johannesen, forkvinna, frá virksemi hjá felagnum í farna ári. Millum annað varð upplýst, at felagið hevur fingið játtað 23.500 krónur í stuðli til teirra virksemi frá ymiskum kommunum í landinum.


2015 var eisini árið, tá felagið kundi hátíðarhalda 25 ára stovningardag. Tað varð hátíðarhildið við veitslu á Hotel Føroyum 8. mai, har umleið 80 fólk vóru við til tiltakið.


Forkvinna nevndi eisini í ársfrágreiðingini, at felagið í mai verður vertur fyri Nordisk Parkinsonømte, ið er ein fundur, har fólk úr grannalondunum, sum eisini arbeiða fyri at betra um korini hjá fólki við Parkinson og teirra avvarðandi, savnast.