Durita basti fyrrverandi føroyameistara

Borðtennis: Í finaluni í einmansleiki hjá kvinnum eydnaðist tað 15 ára gomlu Duritu F. Jensen at vinna 3-0 ímóti Onnu Mikkjalsdóttir, sum gjørdist meistari fyri tveimum árum síðani

Í kvinnufinaluni í ár hittust tvær ungar gentur. 15 ára gamla Durita Fríðadóttir Jensen úr Tór í Havn ímóti 16 ára gomlu Onnu Mikkjalsdóttir, sum er úr TBF á Tvøroyri, men í løtuni spælir við Team Nørreå í Danmark.
Hetta var fyrsta finalan hjá Duritu, meðan Anna farnu tvey árini hevur verið í finaluni. Fyrstu finaluna vann hon, men í fjør var hon prísgivin ímóti rimmar sterku Henriettu Nielsen, sum spælir í Týsklandi og ikki fekk komið heim til Føroya í ár.

Durita sannførandi
Við dystarbyrjan var Anna omaná og hevði vunnið sær eina leiðslu áðrenn Durita tók fullkomiliga yvir restina av dystinum. Hetta fyrsta settið endaði við teprum 14-12 til Duritu, men hini settini vann Durita 11-6 og 11-4. Harvið vann hon finaluna greitt 3-0 og fekk gull í fyrstu FM-finalu síni.
Anna var darvað av knæskaða og fekk ikki spælt við fullari skrúvu, vísti hon á eftir dystin.
Tær báðar spældu tveir dystir í innleiðandi kappingunum dagin fyri, og tá vann Anna báðar dystirnar 3-2. Á tann hátt var tað kanska heldur óvæntað, at Durita megnaði at vinna somikið greitt í hesi finaluni.