Durita Tausen heldur fram sum forkvinna

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund. Á skránni var nevndarval. Fyri vali stóðu Durita Tausen og Sonja Nielsen. Tær vóru afturvaldar fyri eitt tvey ára skeið. 

Nevndin hevur skipað seg við Duritu Tausen, sum forkvinnu, Sonju Nielsen sum næstforkvinnu og kassameistara.

Hini í nevndini eru Magnus Magnussen, Johan Poulsen og Katrin Kallsberg. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.