Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti vann seinnapartin HM undankappingardyst ímóti Litava 25 – 21. Úrslitið var púra óvæntað. Bæði tí Litava varð roknað at vera stórur favorittur, og tí føroyska avrikið ikki var so sannførandi í gjár, tá ið Føroyar taptu ímóti Finnlandi.
Klokkan 14 í morgin skulu føroysku kvinnurnar aftur í eldin. Tá verður tað ímóti vertunum í Sveis, sum í gjár vunnu 21 – 20 ímóti Litava. Í kvøld klokkan 18 var fyrsta bríksl í dystinum millum Sveis og Finnland.
Um tað eydnast Føroyum at vinna í morgin, fer føroyska liðið at halda fram í HM kvalifikatiónini á sama hátt, sum liðið gjørdi í fjør.
Føroyski sigurin ímóti Litava var grundaður á fínt verjuspæl og ikki minst avrikið hjá málverjanum Vivian Petersen.
Toppskjútti hjá Føroyum var veteranurin Durita Christophersen Jojic, sum skoraði seks mál. Durita var eisini stinn í verjuni, men har var hon ikki so nógv at síggja í dag, sum hon plagar at vera.
Orsøkin var tann, at Durita longu í fyrra hálvleiki tvær ferðir varð víst av vøllinum í tveir minuttir. Seinna ferðin var, tá ið seytjan minuttir vóru farnir. Hetta bar við sær, at møguleikin fyri triðju útvísingini og harvið reyðum korti lúrdi.
Tí valdu venjararnir – August Thor Johansson og Sophus Dal Christiansen – at halda Duritu á beinkinum í góða løtu, og tá ið hon kom aftur á vøllin, var tað í fitta løtu bara í álopspartinum.
Føroysku málskjúttarnir: Durita Christophersen Jojic 6, Súna Krossteig Hansen 4, Kristianna Henneberg Joensen 4, Nina Katrina Johansen 4, Bára Krossteig Hansen 2, Turið Arge Samuelsen 2, Pernille Brandenburg 1, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Bjarta Osberg Johansen 1.
Hinir spælararnir á føroyska liðnum eru Guðrið Geirsdóttir Eystberg, Halla Skyld Midjord, Ragnhild á Heygum, Daniella Joensen, Tóra Eliasen og Maria Halsdóttir Weyhe.