Tríggir menn, sum vóru í ferð við at heingja reklamur upp á Baiyoke-bygningin í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok, doyðu, tá pallurin, sum teir vóru á, datt niður. Løgreglan sigur, at pallurin hekk í kaðalum, og tá ein av kaðalunum slitnaði, duttu menninir niður. Tveir aðrir menn vóru hepnir at halda sær, til teir blivu bjargaðir.
-Tríggir menn duttu í deyðan, meðan tveir aðrir vórðu bjargaðir av 68. hædd, sigur ein talsmaður fyri løgregluna í Bangkok. Hann sigur, at myndugleikarnir fara nú at kanna, hví vanlukkan hendi. Eitt nú skal kannast, um ov nógv fólk vóru á pallinum, tá kaðalin slitnaði.
Baiyoke-bygningurin, sum er 304 metrar høgur, er hægsti bygningur í Bangkok og var liðugur í 1997.