DVD filmur líkist piratkopi

Fyritøkan Sony hevur nú framleitt ein DVD film av amerikonsku útgávuni av svenska hittinum “Mænd der hader kvinder”, har fløgan sjálv sær út sum, at hon er ólóglig.

 

Tað er ein heldur øðrvísi leið, sum fyritøkan Sony nú er farin. Útsjóndin av DVD fløguni til filmin “The Girl With The Dragon Tatoo” ( Mænd, der hader kvinder), hevur eftir øllum at døma fingið teir fyrstu keypararnir at halda seg aftur, tí fløgan sær út sum, at hon er teknað við penni, og teksturin sær hondskrivaður út. Tað merkir, at fløgan líkist akkurát einari ólógligari útgávu av filminum.

 

Hetta er liður í einari søluætlan hjá Sony, sum væntaðu, at fólk fóru at varnast munin, tá ið tey sóu fløguna.

 

Fleiri fólk skundaðu sær aftur til handlarnar við fløguni, tí tey vildu ikki hava ein falskan film heima við hús.

 

Sony váttar fyri blaðnum The Telegraph, at ætlanin við hesum var at fáa fløguna at hóska væl inn í temaði í filminum, samstundis, sum fyritøkan vildi geva okkurt nýtt til kjakið um piratkopiering av filmum.