Dylan skuldi langtsíðani havt fingið virðisløn Nobels

Tað sigur danski/amerikanski guitarleikarin Billy Cross, sum leikti við Dylan í sjeytiárunum.

Danski/amerikanski guitarleikarin Billy Cross var eitt skifti í sjeytiárnum fatur limur í bólkinum hjá Bob Dylan.

 

Hann fegnast um, at Dylan í dag varð heiðraður fyri skaldskap sín við Nobel virðislønini.

 

Cross metir Dylan sum ein framúr listamann, og heldur, at hann skrivar betri, enn so mangir aðrir, ið eru frammi júst nú.

 

-Hetta skuldi verið hent fyri langari tíð síðani. Hann er fantastiskur, tá tað kemur til at seta orð saman, metir Cross, ið heldur, at Dylan, Cohen og Chuck Berry eru teir bestu á enskum máli í tónleikaheiminum.

 

Billy Cross er upprunaliga úr Amerika, men hevur í mong ár búð í Danmark, har hann hevur gjørt vart við seg sum guitarleikari og framleiðari. Á myndini síggjast Cross og Dylan á palli saman í sjeytiárunum.