Ein konsert við Dynamit slær ongantíð feil, og 11. november verður SALT karmur um eina festliga og jaliga Dynamitkonsert, sum fer at osa av góðum tónleiki, góðum stemningi og góðum hýri.
Sangskrivarin og oddamaðurin í Dynamit, Niclas Heri Jákupsson, fer at leiða okkum gjøgnum konsertina á sín sermerkta, stuttliga og sjarmerandi hátt. Við undirhaldi, stuttligum søgum, forteljingum, hugleiðingum og festligum Dynamit hittum, verða vit tikin á ferð ígjøgnum eitt ríkt lív við tónleiki, upp- og niðurtúrum.
Hetta er fyrsta konsert við Dynamit í Suðuroy í 30 ár.
Líkamikið hvussu hýrurin er áðrenn konsertina, so verður hýrurin við vissu nógvar ferðir betur, tá konsertin er liðug.
Manningin í Dynamit hetta kvøldið er:
Niclas Heri Jákupsson, sang
Magni Husgaard, tangentar
Høgni Fagraberg, guitar
Erik Biskopstø, bass
Henning Hjalt Nicodemussen,trummur.
Eftir konsertina, verður livandi tónleikur og 80ara DJ restina av náttini. Tróndur Enni, Erolf & Hentzar og DJ Kári Annand Berg fara at syrgja fyri undirhaldinum.
Tað er kvinnufótbólturin í Suðuroynni, ið skipar fyri, og tgongumerki kunnu keypast fyri alt tiltakið á Billet.fo.