Dýr er barnaverð

Soleiðis kallast nýggi Trølla Pætur filmurin, sum um vikuskiftið verður sýndur í biografinum í Klaksvík og í Havn, og sum miðskeiðis í næstu viku verður til sølu kring landið.

 

Umframt trøllini og heimskendu føroysku politistarnar, Erling og Jógvan, so eru fleiri kendir sjónleikarar at síggja í Dýr er barnaverð. Søgan er um eina vanliga føroyska familju, har pápin, Hans Tórgarð og mamman Beinta Clothier arbeiða og eru meira úti enn gott er. Og ein ein dagin hendur nakað, sum ikki má henda. Drongurin fer púra einsamallur niðan í fjøllini.

 

Filmurin er umleið ein tíma til longdar. Steintór Rasmussen hevur skrivað handritið og sangirnar. Sóley Danielsen hevur leikstjórnað familjupartin, Zacharias Hammer hevur filmað og Raclip hevur sett saman.