Dyr latnar upp til OL

Ein nýggj avtala slóðar fyri, at Pál Joensen kann fara til OL í London í 2012 sum partur av danska svimjilandsliðnum, uttan at missa rættin at umboða Føroyar í øðrum altjóða kappingum

Svimjing: Hevur Pál Joensen hug og annars svimur undir kravtíðirnar, er einki til hindurs fyri, at hann kann svimja um kapp við aðrar av heimsins bestu svimjarum, tá olympisku leikirnir verða í London í 2012. Og tað kann lata seg gera, uttan at hann skal ofra møguleikan fyri at umboða Føroyar í altjóða kappingum annars, hóast hann noyðist at svimja undir donskum flaggi í OL.
Størsta forðingin hevur annars verið, at svimjarar fáa karantenu í eitt ár báðu megin við eitt skifti, sum vanliga avmarkar teir til bert at kunna umboða eitt land. Henda karantena verður ikki galdandi fyri Pál ella aðrar føroyskar svimjarar, so henda smidliga loysn, ið ÍSF og Svimjisambandið hava kunngjørt, letur upp fyri nýggjum møguleikum.
ÍSF og Svimjisambandið siga, at talan er um eina serskipan, sum fingin er í lag, og at enn er eftir hjá pørtunum at samráðast um, hvussu praktisku viðurskiftini millum Føroyar og Danmark skulu skipast í sambandi við olympiskar leikir.

Eisini fáa onnur við
Arbeitt hevur verið í eitt ár við at funnið eina loysn, ið loyvir skifti millum føroyska og danska landsliðið í svimjing uttan karantenu, og nógvir partar hava verið uppi í málinum, áðrenn semja fekst um hesa loysnina, sum nú er galdandi.
Umframt ÍSF og Svimjisambandið, hava eisini danska ítróttarsambandið, DIF, danska svimjisambandið, DSU, altjóða olympiska nevndin, IOC, og altjóða svimjisambandið, FINA, verið uppi í málinum.
Ætlanin hjá ÍSF er somuleiðis at víðka skipanina, so hon eisini letur upp fyri, at onnur føroyingar í øðrum ítróttargreinum kunnu kappast í olympiskum høpi, uttan at karantena skal forða fyri tí.
ÍSF sigur, at henda nýggja skipan onga ávirkan fær á skjótt 30 ára drúgva arbeiðið at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap, men at tað arbeiðið heldur fram sum áðrenn.