Dyrgja eftir at fáa ein almennan stovn

Tey vilja lyfta uppgávuna saman við Landsstýrinum, siga tey

Í gjár mikudagin, var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum á almennari vitjan í Vága kommunu. Tað var Bjarni Prior, borgarstjóri ið hevði boðið landsstýriskvinnuni vestur. Men hann hevði ein baktanka við innbjóðingini

 

– Tað er ein sannroynd at bústaðartrotið í Føroyum er sera stórt, og tað er tørvurin á bústøðum og heimum til fólk við serligum tørvi eisini, sigur Vága Kommuna í eini fráboðan. Her hugsa tey um tørvin á viðgerðarstovnum, plássum til endurvenjing til fólk við seinheilaskaða, umframt plássum til umlætting, og annað.

 

Og tey halda, at Vága Kommuna er væl egnað til endamálið og tey vilja fegin lyfta hesa uppgávuna saman við Landsstýrinum, sum tey siga.

 

Tí ætla tey at fáa samstarv í lag við Landsstýrið og borgarstjórin heitti beinleiðis á  landsstýriskvinnuna um, at ein av hesum bústøðum ella stovnum verður bygdur í Vága kommunu.

 

Tey vístu eisini landsstýriskvinnuni runt á ellisheiminum, Sýnina, sum nýliga er umvælt. Har fortaldu tey landsstýriskvinnuni, hvørjir møguleikar og hvør fakligur kunnleiki er á heiminum, og  sum kunnu samvirka við ein annan stovn í økinum. Har er nevniliga ein nýggjur stórkøkur, vaskarí og venjingarhøli.

 

Á myndini eru tey, frá vinstru, Rósa Samuelsen, løgtingskvinna og forkvinna í Mentanar- og trivnaðarnevndini hjá Vága Kommunu, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu og forkvinna í stýrinum fyri Vesturvón og Jóngerð M. Nielsen, stjóri á Vesturvón.