Dýrið í parlagnum

Ungarski meistarin, Béla Tarr, er medframleiðari, nú Filmsfelagið vísir íslendska filmin ”Dýrið”. Í sjálvum sær er tað ein trygd fyri filmiskum originaliteti, sum eisini gav leikstjóranum, Valdimar Jóhannsson, Une Certain Regard virðislønina í Cannes. Altjóða heitið á filminum er ”Lamb”.

 

Barnleysu íslendsku bóndahjúnini, María (Noomi Rapace) og Ingvar (Hilmir Snaer Gudnason), hava nógvan seyð, har tey búgva fjart frá øðrum. Tá tey varnast eitt nýlembt, sum kann geva teimum nýtt innihald í gerandisdegnum, gera hjúnini av at taka tað til sín, sum var tað teirra egna. Nú fáa vit innlit í duld viðurskifti á garðinum og lukkan fær eina bráða vend.

 

Hetta er fyrsti filmur hjá Valdimari Jóhannsson, sum hevur skrivað hesa surrealistisku horrorsøguna saman við Sjón. Valdimar hevur lisið film hjá Bela Tarr saman við føroyska Anton Petersen.

 

Tá filmurin varð vístur í Cannes í fjør, segði danski ummælarin hjá Soundvenue, at samstundis sum hann var fittur og vakur, var filmurin eisini ørkymlandi og skakandi. Við Cineuropa sigur leikstjórin: “You can call Lamb a ‘genre film’, but for me, it’s a visual poem”.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Noomi Rapace, ið talar íslendskt, spældi sum smágenta við í íslendska klassikaranum ”Í skugga hrafnsins” í 1988. Í 2009 bleiv hon víðagitin í svenska leiklutinum sum Lisbeth Salander í “Män som hatar kvinnor”, ið bygdi á søgur hjá Stieg Larsson.

 

Við hepni hava fleiri íslendskir filmar tey seinastu árini lýst tað heilt serliga samband, ið kann taka seg upp millum dýr, náttúru og menniskju í nútíðarsamfelagnum. Av hesum er filmurin “Dýrið” helst hin mest serstaki.

 

19/1 kl 20:00 Lamb